Bats (Chiroptera) in the Faroe Islands
##plugins.themes.bootstrap3.article.main##
##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##
Abstract
I Føroyum er ongantíð skrásett, at flogmýs hava átt her, men ferðandi flogmýs eru skrásettar 11 ferðir síðani 1964. Staðfest varð, at seks av hesum flogmýsnum hoyrdu til trý sløg, allar hoyrdu til tey europeisku flogmúsasløgini, sum eru 30 í tali: Ein Leislers flogmús, Nyctalus leisleri, ein hýggiflogmús, Vespertilio murinus og fýra trøllflogmýs, Pipistrellus nathusii. Tað víða havið millum oyggjarnar og nakað meginland hevur havt tarnandi árin á flogmúsaútbreiðsluna á oyggjunum. Tey trý sløgini eru millum tey 5-6 av teimum 30 europeisku sløgunum, sum verða mett sum flytisløg ella langvegis flúgvarar. Um tær vóru komnar higar óvirknar (við skipi) sum ein spjaðing av mannaávum, og eftirsum skip koma til Føroya frá nærum øllum støðum
f Europa, høvdu nærum øll tey europeisku flogmúsasløgini verið væntandi - bert treytað av ovurnøgd og atburði teirra í tí havnini, har ið fermt verður. Tí tykist vera mest sannlfkt, at tær seks eyðmerktu flogmýsnar hava flogið allan vegin ella meginpartin av leiðini sjálvar, kanska stuðlaðar av undanvindi. Leislers flogmúsin kom ivaleyst úr frlandi ella Bretlandi, hýggiflogmúsin allarhelst úr Noregi ella Danmark og trøllflogmýsnar frá at kalla hvar sum helst á meginlandinum møguliga um Bretland ella Noreg.
##plugins.themes.bootstrap3.article.details##
This work is licensed under a Creative Commons Attribution-NonCommercial-ShareAlike 4.0 International License.