The exotic land planarian Artioposthia triangulata in the Faroe Islands: Colonisation and habitats

##plugins.themes.bootstrap3.article.main##

##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##

Published Jan 1, 1992
Janice G. Mather Ole M. Christensen

Abstract

Ný Selendski flatmaðkurin Artioposthia triangulata nemur í løtuni land í fleiri europeiskum londum í norðuratlantsøkinum, serstakliga í Norður-Irlandi, Skotlandi og síðst í Føroyum. At hesin flatmaðkurin úr heitum, fjarskotnum londum er komin til norðaru hálvuna verður tengt saman við, at reyðmaðkurin trýtur.

Eyðkenni hjá hesum flatmaðki er ein flatur, brúnligur kroppur við dimmum blettum. Allur kroppurin er ljósrandaður. Er flatmaðkurin virkin, kann hann verða upp í 20 cm langur. Hvílir hann harafturímóti, ballar hann seg í ein eyðkendan
snyril, sum vanliga er slýggjutur. Flatmaðkurin verpur sjónlig, svartskyggjandi egg (lík vanligum berum í haganum). Ur
teimum klekjast rómalittar unglingaverur. A. triangulata varð helst fyrstu ferð funnin í Føroyum í 1982; tó varð ikki við
vissu rakt við hann fyrr enn í Kvívík í 1990.

Hesi seinastu tvey árini hava vit funnið flatmaðkin ymsa staðni í Føroyum, í urtagørðum, kirkjugørðum og í eplaveltum. Av
tí at støðan í Føroyum tykist hava tikið dik á seg, vórðu ein røð av royndum tiknar á Streymoynni heystið 1992. Fýra støð vórðu
kannað, nevniliga viðarlundin í Havnini, ein urtagarður í Kaldbak, eplaveltur í Kvívík og grasafrøðigarðurin í Havn; alla staðni varð flatmaðkurin funnin.

Møguleikarnir at flyta inn plantutilfar (við mold uppií) eru og hava verið nógvir. Á henda hátt hevur borið til at flutt tann óvirkna flatmaðkin til Føroya, bæði úr Ný Selandi og óbeinleiðis um onnur lond, serstakliga um Skotland. Fyrst og fremst veðurlagið man gera, at flatmaðkurin tykist trívast væl í Føroyum - lýggir vetrar uttan long tíðarskeið við frosti. Tað, sum vanliga eyðkennir velt lendi í Føroyum, eitt nú innangarðs og í urtagørðum, er lutfalsliga rfkt reyðmaðkalív og tað, at fremmant plantutilfar ofta verður drigið inn á tey. Tí verða hesi økir mett at vera tey støðini, sum fyrst av øllum hava tikið ímóti flatmaðkinum, nørt um stovnin, sum síðani hevur nomið nýtt lendi, bæði við at hann sjálvur er farin hagar, og við at hann hevur verið fluttur hagar.

Flatmaðkastovnurin kann kortini bert lívbjarga sær á hesum støðum, so leingi sum nóg mikið av føði er til; men hann kann helst vera føði fyriuttan í nógvar mánaðir. Tá ið føðin er uppi, fer hann sostatt at enda at leita sær upp nýggj økir. Kargari lendi, eitt nú uttangarðs, kunnu vísa seg at fara at vera týdningarmikil framíhjáøkir, tá ið ræður um at hóra undan hjá flatmaðkinum, tí hesi lendi kunnu vera heimstaður hjá einum eykastovni av flatmaðki, sum kann nema land av nýggjum innangarðs og í urtagørðum, so títt og knapt sum reyðmaðkastovnurin aftur tekur at mennast, eftir at hann hevur verið týndur í ránsdjóra/býtisdjóra-samspælinum.

Eitt, sum eyðkennir ávís støð í Føroyum t.d. eplaveltur, er, at har er ríviligt til av flatmaðkinum, samstundis sum reyðmaðkurin
trýtur. Hin føroyska reimaveltan er serliga góður bústaður hjá reyðmaðkinum, tí undir fløgunum er ov mikið til av føði (grasflag
og tøð) og har er slevjut. Sostatt er eplaveltan væl umtóktur tilhaldsstaður hjá reyðmaðkaránsdjórinum A. triangulata. Av
tí at innangarðslendi er týdningarmikið at velta í, og av tí at reyðmaðkurin er gagnvera, tá ið ræður um at varðveita vondina í
moldini og vætuna har, tykist okkum, at tað eigur at vera tikið í álvara, at reyðmaðkurin verður so álvarsliga hóttur á hesum búplássum.

Mangt bendir á, at A. triangulata spjaðist alt meira. Og ampin veksur um, at flatmaðkurin at enda fer at vera at finna um alt Norður-Europa. Eyðsýnt er, at tað, at plantutilfar í sambandi við landbúnað og urtagarðsvirksemi verður flutt innanlendis og landanna millum, lættir um og økir landnámið.

Abstract 28 | PDF Downloads 126

##plugins.themes.bootstrap3.article.details##

Section
Natural Sciences