Problems Concerning the Earliest Settlement in the Faroe Islands
##plugins.themes.bootstrap3.article.main##
##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##
Abstract
Hesi seinnu árini hevur gróður verið í føroyskum søguvísindum og í vísindagreinum, sum kunnu hava samband við søgugransking, so sum fornfrøði, málfrøði og náttúrufrøði, serliga plantufrøði. Henda framgongd hevur hjálpt til at koma gomlum og nýggjum ivaspurningum nærri. Bæði gamalt og nýtt heimildartilfar má metast av nýggjum. Víst verður til heimildir í fótnotunum.
Nýggj granskingarúrslit hava gjørt, at gamlir sannleikar ikki allir eru so tryggir og vissir longur. Komu t.d. menniskju til Føroya um 2300 f. Kr., um 600 e. Kr., um 700, 800, um 900 ella seinni? At koma hesum spurningi nærri er avgerandi fyri at fáa at vita á leið nær søga føroyinga byrjaði.
Greinin, sum upprunaliga í øðrum og styttri líki varð løgd fram á 11. Víkingafundinum í Caithness og Orknoyum í 1989, er ein roynd at viðgera og samanfata granskingina av hesum grundspurningi í Føroya søgu. í hesi grein, sum mest er at rokna sum
eitt granskingaryvirlit - tó við sjálvstøðugum niðurstøðum — verður granskingin av spurninginum um Føroya elstu búseting
viðgjørd út frá nýggjum sjónarhornum, samstundis sum gjørt verður vart við sjónarmið hesum grundspurningi viðvíkjandi.
##plugins.themes.bootstrap3.article.details##
This work is licensed under a Creative Commons Attribution-NonCommercial-ShareAlike 4.0 International License.