Sea Level Fluctuations in Tórshavn, Preliminary Results
##plugins.themes.bootstrap3.article.main##
##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##
Abstract
I nøkur ár hevur ein flóð- og fjørumátari hjá danska Meteorologiska stovninum staðið í Havnini, sum hvørt korter hevur mátað hæddina á vatnskorpuni, t. e. flóðina. I hesi grein verður greitt frá nøkrum fyribils útrokningum við tølum úr tíðarskeiðnum jan.—okt. 1973.
Broytingin av flóðini h í tíð er lýst í líkningini (1). Fyrsta lið á høgru slðu á (1) er tann parturin av flóðini sum stavar frá sól og
mána. Hann kann uppfatast sum samansettur av fleiri reglubundnum aldingum við hvør sínum títtleika, hvør síni styrki og hvør síni seinking (f | C; og <p ; ). Harumframt er ein partur hp sum stavar frá broytingum í lufttrýsti og ein rest hR sum ilt er at greina nærri.
Við einum roknihátti, ið nevndur verður Maximum Entropy Method ber til burturúr mátaðu flóðini at rokna seg fram til hvørjar aldingar eru til staðar og hvønn títtleika og hvørja styrki og seinking hvør einkult teirra hevur. Úrslitini eru sett í talvu III og IV.
Tølini kunnu býtast í fýra høvuðsbólkar eftir hvussu langa tíð aldingin hevur um at endurtaka seg. Fyrsti bólkur umfatar heilt spakuligar aldingar, og har var bert ein funnin við hálvum ári í aldutíð. Annar og triði bólkur hava aldutíðir, ið eru ávikavist heilan og hálvan dag, og í fjórða bólki eru knappari broytingar. Allar gera tær sítt til at ávirka hæddina á vatnskorpuni, men skilliga sæst at serstakliga hálvdagligu og dagligu aldingarnar eru av týdningi. Við at nýta tølini í talvu IV ber til at spáa um flóðina til ávísa tíð. Mynd 5 vísir eitt dømi, her er spádda flóðin teknað saman við mátingum frá sama tíðarskeiði. Munurin millum spáddu og mátaðu flóðina vísir seg fyri stóran part at stava frá broytingum í lufttrýsti. Á mynd 8 er hesin munur teknaður fyri februar mánað 1973 saman við lufttrýstinum somu tíð (roknað at vaksa niðureftir), og tað sæst at ein vøkstur í trýsti førir við sær at flóðin minkar. Tó nær sjógvurin ikki at fylgja við um trýstið broytist ov knappliga.
##plugins.themes.bootstrap3.article.details##

This work is licensed under a Creative Commons Attribution-NonCommercial-ShareAlike 4.0 International License.