National identitet i det færøskfaglige rum i det almene gymnasium Tjóðarsamleiki í føroysklærugreinini í studentaskúlanum

##plugins.themes.bootstrap3.article.main##

##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##

Published Dec 31, 2007
Vár i Ólavsstovu

Abstract

Úrtak
Føroysklærugreinin í studentaskúlanum er í stóran mun merkt av at vera ein tjóðarfest samleikalærugrein. Í føroysklærugreinarrúminum verður tjóðskapur yvirskipað heilt greitt orðaður sum ættarfrøði, mentan og hugmyndafrøði.
Tann mótsetningur, sum tann søguligi diskursurin leggur upp til í spurninginum um tjóðskap, hevur flutt seg. Hagtalsliga bendir á, at talan er um eitt paradigmiskifti í hugmyndarligu diskursskipanini. Í kvalitativu svarunum kemur greitt fram, at í sambandsdiskursinum er tjóðarspurningurin merktur av ættarfrøðiligum og mentanarligum diskursi, meðan sjálvstýrisdiskursurin er merktur av hugmyndafrøðiligum og politiskum diskursi. Paradigmiskiftið liggur í, at meðan sambandsdiskursurin í søguligum diskursi vargrundfestur í einari danskmæltari mentan og donskum tjóðskapi, so er hann í dag merktur av einari føroyskmæltari mentan og føroyskum tjóðskapi, t.e. at í dag er tað tjóðin, sum úttrykkir teirra tjóðarliga samleika, meðan tað í søguligum diskursi var staturin. Sjálvstýrisdiskursurin í samtíðar empiriini er í mun til tann søguliga
diskursin heilt týðiliga vorðin meiri hugmyndafrøðiligur, har stovnsetingin av statinum er fremsta málið, meðan tað tjóðarliga í einum søguligum diskursi var meira ein spurningur um at allýsa seg sum eitt sjálvstøðugt fólk, mentanarøki og landafrøðiligt øki.

Abstract 35 | pdf Downloads 60

##plugins.themes.bootstrap3.article.details##

Section
Humanities