2025: Frændafundur 10
Triðja hvørt ár heldur frændafundarsamstarvið tvørfakliga ráðstevnu, aðru hvørja ferð í hvørjum landinum, og fyrilesararnir hava havt møguleika at geva fyrilesturin út í bók. Í mong ár varð bókin prentað, men nú er hon talgild. Samstarvið er skipað við nevnd í báðum londunum: Íslandsnevnd Fróðskaparsetursins og Føroyanevnd Háskóla Íslands. Hesir fyrilestrarnir eru frá 10. ráðstevnuni Rutur og røtur, ið var hildin í august 2019 í Føroyum við ferðafrøði sum høvuðsevni.
Published: 16-12-2025