Fororð

##plugins.themes.bootstrap3.article.main##

##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##

Published Dec 4, 2024
Erika Anne Hayfield Heini í Skorini

Abstract

Fororð

Tað, sum kveikti tankan til hetta serritið, er tann týdningur, sum menniskjarættindi hava sum grundarlag undir rættvísi, rættlæti, trivnað hjá borgarum og hvussu skipanir virka í føroyska samfelagnum. Serstakliga hava kanningar av menniskjarættindum við sær verju av viðkvæmum bólkum í samfelagnum. Okkara endamál við hesum serriti er at greina menniskjarættindi og útvega vitan, sum kann fremja tilvitsku og lærdóm, rættvísi og samfelagsábyrgd, og hava við sær neyðugan politikk ella lógarbroytingar. Men allar hugsanir um menniskjarættindi, sum áseta reglur ella fyrimyndir, eru umstríddar og skapa av sonnum ósemju, tí royndin at verkseta menniskja-rættindi hevur við grundleggjandi etisk, mentanarlig og religiøs viðurskifti at gera, sum ikki almenn semja er um: Hvat er eitt rættvíst samfelag? Hvat er eitt tignarligt  lív? Hvørja ábyrgd hevur staturin mótvegis tí einstaka? Og hvørji eru mørkini millum menniskjarættindi og skyldurnar hjá menniskjanum?

Abstract 28 | Pdf Downloads 187

##plugins.themes.bootstrap3.article.details##

Section
Special Issue Human Rights