Regionalar variatiónir í kornveltingini fyrr í tíðini. Ymiskt var, sum gomlu, føroysku bygdirnar vóru fyri, tá spurningurin var um kornvelting, tann tíð tað var / Regional variations in grain growing in the old days. The old faroese villages differed considerably in the days of grain growing
##plugins.themes.bootstrap3.article.main##
##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##
Abstract
Úrtak: Greinin analyserar tær regionalu variatiónir, sum fyrst í 1800-talinum vóru í kornveltingini í Føroyum. Einstakar upplýsingar eru at finna um kornvelting í eldri keldum, men hesar seta ofta úrtøkuna, foldtalið, alt ov høgt. Landt og Svabo eru tó meira realistiskir, og seta foldtalið til umleið 7. Teir eru longu varir við, at munur er á úrtøkuni, og at Sandoy og Suðuroy eru best fyri. Tað stóra taltilfarið, sum liggur í Löbner’sa tabellum, ger tað møguligt at fáa eina klára mynd av støðuni í øllum bygdum í landinum í 1813. Hetta verður lýst út frá trimum spurningum: Hvussu nógv varð sáað í mun til fólkatalið? Hvussu nógv fold gav veltingin? Og hvat var úrtøkan í mun til fólkatalið? Fyrsti spurningur kann siga nakað um, hvussu stóran dent bygdirnar løgdu á tað at vera sjálvbjargnar við korni. Seinasta talið sigur nakað um, hvussu hesar royndirnar eydnaðust.
Summary: The paper analyses the regional variations in grain-cultivation on the Faroe Islands in the first decades of the 19th century. A few informations are found i older sources, but generally these overestimate the yield. Landt and Svabo, however, are more realistic and propose the average yield to 7 (i.e. harvested amount in relation to sown amount). They are also aware of the difference in the yield, where Sandoy and Suðuroy are the best grain-growing places. The impressive amounts of information in the socalled Löbner tables make it possible to obtain a detailed picture of the situation in all of the villages in the country in 1813. The problem is illustrated from three questions: How much was sown in relation to the population? How was the yield/sown amount? And how big was the yield in relation to the population? The first question says somthing about the effort in each village to be self-sufficient with grain, while the last question will tell us to what extent these efforts were succesful.