Changes in Atlantic Water Inflow into the Nordic Seas Broytingar í innráki av Atlantssjógvi til høvini fyri norðan

##plugins.themes.bootstrap3.article.main##

##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##

Published Jan 1, 1998
Bogi Hansen

Abstract

Undirsjóvarryggurin, sum gongur millum Grønland og Skotland, skilir høvini norðan og eystan fyri okkum frá restini av heimshøvunum; men loyvir tó ráki báðar vegir. I ovastu løgunum rekur heitur Atlantssjógvur norður og eystur um ryggin (Mynd 1), og hetta rák hevur stóran týdning fyri klimaviðurskifti bæði her um okkara leiðir og á jørðini sum heild. Aftan á drúgvar kanningar sæst nú vón fyri at fáa talfest mongdina av sjógvi, sum ferðast yvir um ryggin (Mynd 2). Eisini eru týðiligar
ábendingar um broytingar í teimum ymisku greinunum. Mátingar, sum nú verða gjørdar, kunnu væntast at útgreina, hvussu stórar hesar broytingar eru.

Abstract 21 | PDF Downloads 25

##plugins.themes.bootstrap3.article.details##

Section
Natural Sciences