The Faroese Whale Names The present study considers the philology of the Faroese whale names

##plugins.themes.bootstrap3.article.main##

##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##

Published Jan 1, 1995
W.B. Lockwood

Abstract

Greinin henda tekur til viðgerðar føroysk hvalanøvn úr orðsøguligum sjónarhorni. Heimildirnar vórðu fyrst kannaðar og gagnmettar, serstakliga við rættari eyðmerking í huga. Nú er greitt, at føroyskt eigur ikki færri enn níggju nøvn á hvalinum Orcinus orca: tey reint innlendu bókhvítuhvalur, kjafthvíti, kobbahvalur, mastrarfiskur og -hvalur, steyrhvalur, æðuhvalur, fornnavnið vogn, sjónavnið nývil, og til seinast rovhvalur úr donskum. Nebbafiskur er eitt misnevni; tað má av røttum sipa til
døglingin. Leiftur og nýðingur hava fyrr verið nøvn á springara og grindahvali. Nøvnini vórðu síðan upprunagreind. Nøkur eru sjálvlýst, men onnur opinbera ikki loyndarmál síni fyrr enn eftir málfrøðiligar greiningar, t.d. leiftur, fn. leiptr, bókstavliga 'bjartleiki, birta', ið sipar til hvítu merkini, ella nýðingur, fn. hnýðingr, runnið av fh. hnúðr 'knøttur, bøllur', ið sipar til kúluna. Hitt serføroyska heitið hvessingur er leitt av sagnorðinum hvessa, smbr. setning sum hann gongur og hvessir 'kemur við brádligum ilskukøstum el. -herðindum', ein rámandi lýsing av atburðinum hjá hesum hvali í eini grind.

Abstract 73 | PDF Downloads 129

##plugins.themes.bootstrap3.article.details##

Section
Linguistics