A history of colonization and current status of the house sparrow {Passer domesticus) in the Faroe Islands - Ein søgulig lýsing av búsetingini hjá gráspurvanum í Føroyum og støðu hansara í dag

##plugins.themes.bootstrap3.article.main##

##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##

Published Dec 31, 2004
Sven-Axel Bengtson Kirstin Eliasen Laura Mary Jacobsen Eyðfinn Magnussen

Abstract

Úrtak

Gráspurvur (Passer domesticus) eigur í fleslu býum og bygdum í Føroyum. Rættilig niðurseting byrjaði miðskeiðis í 1930unum, og síðani hevur hann spreitt seg um oyggjarnar. Úrslitini í greinini eru grundaði á nýggjar teljingar, samrøður við fólk og skrivligar frásagnir. Spjaðingarmynslrið er torskih, bæði tá hugt verður at búsetingarmynslrinum kring landið, og hvussu hetta broytist við tíðini. Kanning okkara vísir, at tað helst eru fleiri sjálvstøðugir tilflytarar, og stuðlar hetta undanfarnar metingar. Alt bendir á, at spjaðingin av gráspurvi er tengd at fólkí, og í hvønn mun bygdirnar eru avbyrgdar. Eisini hava livilíkindi og broytingar av stovninum á staðnum nógv at siga. Kanningin er gjørd í 118 bygdum og býum, og vísir hon, at gráspurvur búleikast í 80 % av teimum. Gráspurvurin tók fyrst búgv á teimum størru plássunum í landinum, og var at finna á flestu teirra fyri 1960. Tey fyrstu 30-40 árini búsettist gráspurvurin í 50% av føroysku bygdunum, og í fyrru helvt av I980unum hevði hann breitt seg til 65% av bygdunum. Stovnsstøddin í 2001 og 2002 var mett at vera ávikavist 2.500 og 2.700 pør. harav ein triðingur er í Tórshavn (90 pør/knr). Talið av gráspurvi hevur verið eitt sindur óstøðugt, bæði í hvørjari bygd sær og samlað fyri landið. Lítið er til av søguligum tilfari um stovnsstøddina gjøgnum árini, og í løtuni hómast eingin týðilig broyting í gráspuvameinginum.

 

Abstract

The house sparrow (Passerdomesticus)breeds commonly in built-up areas throughout the Faroe Islands. The colonization began in the mid-1930s and the subsequent spread is described on the basis of previously published records, interviews with local people, and recent surveys of all habitations. Spatio-temporal pattern of spread is complex lending support to previous suggestions of possible, independent immigrations. It is suggested that the process of spread was influenced by the agency of man, geographical isolation (water-barriers and topography), and local conditions and population dynamics. Until now 80 % of the settlements (n = 118) have been more or less permanently colonized: first the larger ones (nearly all before 1960) and within 30-40 years c. 50% of those currently colonized (65% in the early 1980s).Total breeding population in 2001and 2002 was estimated at c. 2,500 and 2.700 pairs, respectively; one-third being recorded in the capital Tórshavn (90 pairs/km2). The numbers (total and local) have fluctuated (though preeise historical data are scarce) but currently no trend is discernible.

Abstract 16 | pdf Downloads 12

##plugins.themes.bootstrap3.article.details##

Section
Natural Sciences