The Leafhoppers (Homoptera, Auchenorrhyncha) ofthe Faroe Islands

##plugins.themes.bootstrap3.article.main##

##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##

Published Jan 1, 1993
Lars Trolle Per Kjetil

Abstract

A okkara leiðum eru froðusprettur smá flogkykt, men tær eru nær skyldar við tær stóru songfroðuspretturnar, ið hoyra til á teimum heitaru leiðum. Tær føroysku froðuspretturnar syngja eisini, men so mikið høgt, at mannaoyrað hoyra tað ikki. Froðusprettur súgva plantur. Hetta kann bæði løsta planturnar og flyta sjúkur yvir á tær; tað hava vit kortini ongantíð varnast í Føroyum. í Føroyum hava vit funnið 13 sløg higartil: Javesella pellucida (F.), Philaenus spumarius (L.), Ulopa reticulata (F.), Anoscopus albifrons (L.), A. flavostriatus (Don.), Ribautiana ulmi (L.), Macrosteles ossiannilssoni Lindb., M. laevis (Rib.), M. viridigriseus (Edw.), M. alpinus (Zett.), Cicadula quadrinotata (F.), Streptanus sordidus (Zett.) og Arthaldeus pascuellus (Fall.).
Vanliga ferðast froðusprettur við lotinum, og helst eru tær flestu av hesum slagnum foknar henda veg sunnanífrá.

Tískil eru øll tey føroysku sløgini kend og vanlig í Skotlandi. Haðani vita vit um til samans 170 sløg. Tíverri vita vit í løtuni einki um froðuspretturnar í Hetlandi, Orkneyoyggjunum ella teimum uttastu Suðuroyggjunum. I Islandi eru 6 sløg funnin, av teimum
kenna vit 5 úr Føroyum, í Grønlandi eru 2 sløg, og annað teirra Macrosteles laevis kenna vit bæði í Islandi og í Føroyum. Einstøk sløg kunnu kortini hugsast at vera flutt higar við fólki: At Macrosteles alpinus bara er at finna úti í Mykinesi kann væl vera, tí hon er innflutt við plantum, men er tað tó langt síðani. Stovnurin úti í Mykinesi er ógvuliga ólíkar øðrum stovnum, tí hann hevur valla nakrar svartar strikumyndir á kroppinum, sum annars eyðkenna slagið; Javesella pellucida er funnin á nøkrum gomlum norðbúgva-búplassum, víkingar kunnu hava flutt hana inn við fóðurgrasi. Og at enda kann Ribautiana ulmi, sum livir á álmtrøum, takka menniskjanum fyri, at hon er stødd í Føroyum. f tí gomlu Havnini er ein urtagarður, har inngongdin er
kransað av kjálkabeinunum av tí størsta nebbafiskinum, sum nakrantíð er fingin undir Føroyum. Hetta er urtagarðurin
uttan fyri "Christinesminde", og í hesum urtagarði er eitt ógvuliga gamalt álmtræ, sum hýsir einum heilsugóðum stovni av slagnum.

So hóast talið á sløgum er avmarkað, eru froðusprettur ógvuliga vanlig dýr, serliga har ið tað grør væl. Og gongur tú innangarðs, flýggja einar tíggju froðusprettur fyri hvørt stig, tú trínur. Uttangarðs eru eisini froðusprettur, men her er nógv minni til av teimum, og her eru tær serliga á vátlendi. 

Abstract 28 | PDF Downloads 17

##plugins.themes.bootstrap3.article.details##

Section
Natural Sciences