Salix arctica Pall. and Salix lanata L. in the Faroe Islands and their affinity with the populations in Iceland
##plugins.themes.bootstrap3.article.main##
##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##
Abstract
Høvundurin hevur kannað pílasløgini í íslandi og Føroyum. I Føroyum eru 4 pílasløg, men bert eitt er vanligt, urta-pflur {Salix herbaceá). Hini sløgini eru sera sjáldsom. Eitt teirra pálma-pílur (Salix phylicifolia) er so lætt at kenna, at ikki verður gjørt nakað burtur úr tí í hesi grein. Hini eru grá-pílur (Salix arctica) og loð-pílur (Salix lanata). Hesi sløgini vaksa einans í homrum, har seyður ikki sleppur til. Høvundurin hevur kannað turkaðar plantur, og eisini hevur hann dyrkað nakrar í urtagarði í Reykjavík. I eldri bókmentum hevur grápflur verið nevndur Salix glauca. Nýggjar kanningar vísa, at Salix glauca hvørki veksur í Islandi ella í
Føroyum, men at slagið er Salix arctica. Hetta hevur russiski plantufrøðingurin Skvortsov kortini víst á longu í 1971 fyri Føroya viðkomandi, og høvundurin váttar hetta úrslitið hjá Skvortsov. Eisini verður víst á, at ein pflur, ið veksur norðan fyri Vestmanna hvørki er Salix glauca ella grá-pflur, Salix arctica, men loð-pflur (Salix lanata). Nakað heilt nýtt er, at høvundurin vísir á fleiri dømi um plantur, sum er blendingar av grá-pfli (Salix arctica) og urta-pfli, (Salix herbacea). Av tí at grá-pílur (Salix arctica) nú einans veksur á fáum støðum og tí er umgyrdur av stórum mongdum av urta-pfli (Salix herbacea), ið er sera vanligur, hendir tað, at sáð frá urtapfli stundum verður flutt yvir á grá-píl. Tað er skilligt, at summar plantur av Salix arctica hava nøkur eyðkenni
frá Salix herbacea.
##plugins.themes.bootstrap3.article.details##

This work is licensed under a Creative Commons Attribution-NonCommercial-ShareAlike 4.0 International License.