Omkring formationen af en nation Færøeme som unikt og komparabelt eksempel. Et forsøg

##plugins.themes.bootstrap3.article.main##

##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##

Published Jan 1, 1993
Hans Jacob Debes

Abstract

í hesi grein verður viðgjørt evnið: Hvussu verður eitt fólk ein tjóð? Grundarlagið fyri viðgerðini er ein roynd at lýsa, hvussu føroyingar kundu gerast ein tjóð fyri seg. Samstundis verður roynt at seta tað føroyska »dømið« inn í altjóða ástøðiligar vísindaligar hugsanir um, hvussu tjóðir verða til, t.d. um ásannanin um at vera ein tjóð er eitt úrslit av drúgvum søguligum samlívi, sum mátti binda fólk saman í eina kensluliga eind, uttan at neyðugt var at kenna hvørt annað, ella um sjálvt fyribrigdið
tjóð er »óektað«, »uppfunnið« ella bara »hugsað«. Víst verður alla tíðina til altjóða vísindabókmentir um hesar spurningar og aðrar, sum hava samband við høvuðsevnið.

Evnið verður bundið at kjakinum um miðøki og útjaðaraøki. í hesum døminum er Danmark fyrst miðøki og Føroyar útjaðaraøki, men eisini verður víst til eina føroyska miðju, sum var hin føroyski myndugleikin í Tórshavn, við bygdasamfeløgunum sum útryðjum og á samskiftið millum hesar partar.

Dentur verður lagdur á, at í grundini hevði danskur miðsavnaður myndugleiki lítla ávirkan. Danir vóru bara heilt fáir í Føroyum, og í Danmark vistu teir lítið ella einki um Føroyar; teir fylgdu tí vanliga tilráðingum frá føroyingum. Sostatt kann sigast, at í veruleikanum ráddu føroyingar sær sjálvum; Føroyar vórðu ikki stýrdar úr Rentukamarinum ella Kansellinum í Keypmannahavn, so sum vanliga hevur verið hildið.

Víst verður á, at Føroyar ongantíð vóru roknaðar sum annað enn eitt land undir Noregs krúnu (til 1814) og føroyingar sum eitt fólk. Føroyingar høvdu altíð havt orð á sær fyri at vera eitt óvanliga upplýst fólk, og allir andligir og verkligir streymar bóru við í Føroyum og fingu ávirkan her.

I gjøgnum øldirnar mátti vaksa fram ein samkensla og ein samleiki, sum, tá ið tann tíð kom, mátti bera fram til eina ásannan um, at føroyingar vóru ein tjóð. Alt annað hevði verið ónatúrligt. Grundarlagið fyri hesi samkenslu mátti vera hetta drúgva samlív undir nøkulunda felags umstøðum og tann serstaka mentan, sum mátti koma burtur úr tí, fyrst og fremst hitt føroyska
málið, sum gjørdist sjálvur felagsnevnarin, tá ið tann nýggja kenslan breyt seg fram. Móðurmálið var sjálvt grundprógvið um fólksins samleika. Mørk stætta millum vóru ikki so hvøss, at tey forðaðu samleikakenslu.

Fremjandi fyri samleikakensluna vóru tær samfelagsbroytingar, sum hendu frá miðjari 19. øld. Tilverugrundarlagið hjá flestum føroyingum broyttist frá grundini. Hóast fiskiskapurin og alt, sum hevði samband við hann, tað skjótt vaksandi fólkatalið, í fyrstu syftu kundi tykjast upploysandi, so var hann samstundis samfelagsliga samanbindandi, við tað at samfelagið meira
enn fyrr gjørdist ein eind.

Men samfelagsbroytingarnar kendust eisini sum ein hóttan móti teirri gomlu mentanini, siðum og máli. Hesar avbjóðingar máttu fáa eitt mentunarligt aftursvar - og tað kom við tjóðskaparrørsluni, sum bæði spratt úr egnum botni og var ávirkað uttaneftir. Burtur úr ósemjuni um avleiðingarnar av teirri nýggju kensluni kom grundstøðið undir føroyskum politikki í 19. øld. Tann politikkur, sum aftaná kom, eisini í 1930- og 1940-árunum, við flokkaspjaðingum og nýggjum flokkaskipanum, sum komu burtur úr somu grundleggjandi ósemju.

Í samanberandi samanhangi verður í ástøðiligum lýsi roynt at vísa á, at føroysk samleikakensla og føroyskur tjóðskaparpolitikkur ikki fekk ta endaligu avleiðing, sum vanliga hevur eyðkent slfkar rørslur aðrar staðir í heiminum: skipanina av føroyskum ríki. Mett verður um orsakirnar til, at hetta varð so.

Abstract 26 | PDF Downloads 20

##plugins.themes.bootstrap3.article.details##

Section
History