Etymological Notes on roysni etc, smæra and ælabogi
##plugins.themes.bootstrap3.article.main##
##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##
Abstract
Givnar verða próvgrundir fyri, at roysni 'galvur' stendur fyri upphavligari *roysti, sum enn sæst í orðinum roystisveggur, eftir
árini frá lýsingarorðinum roysin. Lýsingarorðið reystur í samansettum orðum við reys(t)- ella roys(t)- kendist at hoyra til orðini
frammanfyri og tók tískil upp í seg merkingina hjá orðinum roysin við. Fornnorrønt rostungr broyttist til føroyskt roysningur
vegna fólkaetýmologiskt hugmyndasamband serstakliga við lýsingarorðið roysin. Sýnt verður á, at smæra er upprunaliga
sama orð sum írska samheitið seamar, við tilvísing til germansk-keltiskt samband í Evropa í forsøguligari tíð. Ælabogi er tøkutýðing úr gæliskum; tað hevur trúarligan týdning og umboðar eitt drag av keltiskum kristindómi innflutt av trúgvandi úr Bretlandi nakað um somu tíð sum landnám Føroya.
##plugins.themes.bootstrap3.article.details##
This work is licensed under a Creative Commons Attribution-NonCommercial-ShareAlike 4.0 International License.