The Ecology of Some Marine and Maritime Lichens on Rocky Shores of the Faroe Islands
##plugins.themes.bootstrap3.article.main##
##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##
Abstract
í tíðarskeiðinum mai 1986 vórðu gjørdar kanningar av skónavøkstrinum á klettunum niðri í fjøruni.
Eins og aðrastaðni í Norðureuropa (Degelius 1938, Sheard 1938, and Fletcher 1973a,b) vaksa skónir í fjøruni í Føroyum í
rondum, soleiðis at tær, ið tola sjógv, vaksa niðast móti sjónum, og hinar, ið eru meira viðkvæmar, vaksa longri burtur frá sjónum. Niðast móti sjónum finst ein svørt rond, ið er sermerkt av Verrucaria maura og øðrum Verrucaria-sløgum. Oman fyri hana er ein gul rond, ið er sermerkt av Caloplaca marína, C. thallincola og Xanthoria patietina. Henda gula rondin kann hava eitt meira ella minni gráligt eyðkenni av skónini Lecanora poliophea. Síðan kemur ein gráhvít rond, ið er sermerkt av sløgunum
Lecanora atra og Ramalina siliquosa. Her vaksa eisini skónir, ið hava høvuðsútbreiðslu inni í landinum, og gerast tær meiri og minni valdandi, jú longri vit fara burtur frá sjónum, meðan tær maritimu skónirnar gerast meira sjáldsamar.
Tann størsti og týðiligasti munurin á skónavøkstrinum á klettum í Føroyum og aðrastaðni í Norðureuropa er, at í Føroyum finnast nógv færri sløg. Soleiðis eru fleiri sløg ikki í Føroyum, ið eru vanlig aðrastaðni.
Hyggja vit eftir, hvørji sløg eru vanlig á gróti í Føroyum, síggja vit, at hetta eru skónir, ið vaksa best, har fuglur skvettir (ornitocoprofilar skónir), her kann nevnast Lecanora poliophea. Lecanora actophila og Rhizocarpon constrictum, ið vaksa best,
har fuglurin ikki skvettir (ornitocoprofobar skónir), eru vanligar aðrastaðni í Norðureuropa, men eru sjáldsamar ella finnast
ikki í Føroyum.
##plugins.themes.bootstrap3.article.details##
This work is licensed under a Creative Commons Attribution-NonCommercial-ShareAlike 4.0 International License.