Sandoyarbók: A Faroese Ballad Collection, Its Collector and the Community

##plugins.themes.bootstrap3.article.main##

##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##

Published Jan 1, 1987
Patricia Conroy

Abstract

Kirkjubøkur og almenn skjøl úr fyrra helmingi av 19. øld hava nógv at siga okkum um Sandoyarbók, tann ið skrivaði hana,
Jóannes Klæmintsson í Króki, og samfelagið, sum hann savnaði kvæðini í. Tó at Jóannes í eftirmælinum at bókini nevnir fleiri
embætismenn í Føroyum, sum hava eggjað honum til at savna kvæði, vita vit, at hann má eisini hava verið ávirkaður av teimum
seks brúdleypunum, ið hildin vórðu á Sandi heystið 1820. Víst er, at tey fyrstu kvæðini, hann skrivaði upp tann veturin, fekk hann ikki frá bygdarmonnum, men frá avbygdarmonnum, ið vóru nær skyldir við annað av brúðarhjúnunum ella skyldir við hann sjálvan. Royndur lutur er, at øll avbygdarheimildarfólk hansara høvdu eitt í felag: nær í ætt við savnaran sjálvan ella næstu
skyldfólk hansara. Sama er um heimildarfólk Jóannesar á Sandi, sum vóru konufólk, smámenn ella ognarmenn óskyldir við
kongsbóndafólk í bygdini. Bert teir heimildarmenn á Sandi, ið vóru nær skyldir kongsbóndum, vóru hvørki skyldmenn Jóannesar ella næstu grannar. Forvitnisligt er, at hesir menn vóru uttan samanburð bestu heimildarmenn Jóannesar, men bert
tveir teirra vóru kongsbøndur sjálvir, teir flestu vóru yngri bóndabrøður, ikki so hátt settir í bygdarsamfelagnum og tí hugaðir
fyri at bøta um støðu sína.

Tó at Jóannes sigur í eftirmælinum, at hann hevði savnað øll kvæði, ið hann kendi til, er tað vist, at hann ikki gjørdi tað. Fyrst
og fremst tykjast fólk yvirhøvur — og savnarin við - at hava verið treyð at lata tættir um hendingar í bygdini koma upp í savnið.
Síðan er at nevna, at Jóannesi miseydnaðist at fáa fatur á minst einum kappakvæði, helst tí at hann, ið átti tað, stúrdi fyri at
onkur annar kundi nema tað og skipa tað í dansi. Onnur grund til at ivast í, at Sandoyarbók er fullfíggjað, er tann, at Jóannes
tykist bert hava verið á kvøldsetum hjá vinum sínum og gronnum. Vit vita um tveir dúgligar kvæðarar í bygdini, sum Jóannes
einki fekk frá.

Abstract 49 | PDF Downloads 54

##plugins.themes.bootstrap3.article.details##

Section
Literature