The autumn migration at Akraberg, Faroe Islands, 1982
##plugins.themes.bootstrap3.article.main##
##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##
Abstract
í tíðarskeiðinum 17/9 - 11/10 1982 varð roynd gjørd at hava fuglakanningarstøð á vitanum á Akrabergi (Mynd 1-4) við 1 eygleiðara. í hesum tíðarbili vórðu sædd 101 sløg (App. 1). Eygleiddir vórðu fuglar, ið ferðaðust um hav og land, og eisini fuglar, sum støðgaðu á. Av sjófugli, ið regluliga flytur um okkara leiðir, var mest til av havhesti (í mesta lagi sæddir 18.000/tíma), næst var rita (2000/tíma) og súla (50/tíma), App. 1). Allir kjógvarnir og serstakliga nakað av dimmum havskrápi sóust á havætt. Smáflokkar av ymiskum gásasløgum og somuleiðis smyril vórðu sæddir (Talva 4). Av vaðfugli var bara tjaldursgrælingur í meingi (Talva 5). Av smáfugli vóru títlingur og grátítlingur teir, ið mest var til av (Mynd 6), meðan talið av steinstólpu minkaði, sum frá leið (Mynd 7). Helmingurin av teimum sæddu sløgunum verður hildin at vera fuglar, ið bendir eru av leið úr Skandinavia, Stóra Bretlandi, og sløg, ið búleika eystari á (Mynd 8-9). Av eysturlendskum sløgum sóust m.o. reyðtítlingur (nýtt slag), dvørgspurvur (nýtt slag), ural-ljómari (App. 2). Tað, ið rakt varð við av fugli á Akrabergi, samsvaraði væl við tað, ið sást á Fair Isle sama tíðarskeið. Av hesum sæst, at Akraberg er eitt sera væl hóskandi stað at hava fuglastøð á.
##plugins.themes.bootstrap3.article.details##

This work is licensed under a Creative Commons Attribution-NonCommercial-ShareAlike 4.0 International License.