Bygdekirken pá Færøyene sett fra Norge
##plugins.themes.bootstrap3.article.main##
##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##
Abstract
Víst hevur verið á, at føroyska bygdakirkjan í sniði minnir nógv um langkirkjur úr gróti, sum gjørdust rættuliga vanligar í Noregi eftir 1250. Múrurin og sóknarkirkjan í Kirkjubø eru av hesum slagi. Langkirkjur finnast sostatt í Føroyum í miðøld, men sambandið millum hesar kírkjur úr 13. øld og bygdakirkjurnar úr 19. øld er ikki eyðsæð. Rannsakaðu kirkjutoftirnar á Sandi vísa
tó á hetta sambandið. Meðan báðar tær elstu kirkjurnar hava smalri kór, er triðja kirkjan úr seinmiðøld ein langkirkja við javnbreiðum kóri og kirkjurúmi. Á Sandi sæst siðurin at byggja langkirkjur úr viði sostatt at stava frá einum tíðarskeiði, tá enn var vanligt í Noregi at byggja slíkar kirkjur úr gróti. Í Noregi vórðu eisini langkirkjur úr viði bygdar í miðøld, og skilliga við grótkirkjunum sum fyrimynd. Hóast føroyska bygdakirkjan í byggihátti er skyld við norsku stavkirkjurnar, eru sermerki hennara runnin úr øðrum byggisiðum.
##plugins.themes.bootstrap3.article.details##
This work is licensed under a Creative Commons Attribution-NonCommercial-ShareAlike 4.0 International License.