A pair of Hide Shoes
##plugins.themes.bootstrap3.article.main##
##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##
Abstract
í 1953 skar bóndin Karl Anonli torv í norsku bygdini Leksvik. Hann kom tá fram á einar húðaskógvar umleið 1 m undir svørinum. Hesin fundurin gav høvi ril eina gjølla kanning av fótbúna. Í miðøldini var vanligi fótbúnin skógvar við sóla og yvirleðri. Høvundurin ger samanberingar og vísir á hvussu vanligt hetta hevur verið. Samstundis hava bygdafólk vanliga nýtt húðaskógvar, seymaðar úr einum skøði við tveingjum. Hetta hevur verið vanligt nógvastaðni í Europa, m. a. í Føroyum. Skógvarnir við sóla og yvirleðri eru av rómverskum uppruna og árini, meðan húðaskógvarnir eru av eldri germanskum uppruna. Húðaskógvarnir frá Leksvik kundu verið yngri, men pollengreiningar sýna at talan er um ein elligamlan fund frá
tíðliga í jarnøldini ella frá tí keltisku tíðini. Tað er sostatt talan um eitt tað elsta skófund í Noreg. Høvundurin ger sær eisini sínar hugsanir um hvussu skógvarnir eru komnir í mýrulendi: Er talan um trúarligar orsøkir ella eru teir bert settir á blot? Hesum
kemur hann ikki nærri.
##plugins.themes.bootstrap3.article.details##
This work is licensed under a Creative Commons Attribution-NonCommercial-ShareAlike 4.0 International License.