The Collection of Wild Birds' Eggs and Nestlings in Sweden
##plugins.themes.bootstrap3.article.main##
##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##
Abstract
Føroyar eru, sum Sverri Dahl tók til á sinni, fram um mong onnur lond fuglalandið, har sum menniskjan er komin uppí og hevur dugað at gera sær gagn úr hesum mikla náttúrueyði. Nakað sum líkist norðuratlantisku fuglabjørgunum, sum vit, umframt í Føroyum, finna tey í Orknoyggjum, Hetlandi, Islandi og Norður-Noregi, er ikki til nakra aðrastaðni á okkara leiðum. Kortini hevur tøka av villfugla- og tá serliga sjófuglaeggjum, eins og av ófloygdum fuglaungum, havt ikki einki at týða hjá fólki aðrastaðni.
Tað hevur verið sjálvandi at taka egg úr reiðrum, sum komið varð framá á sløttum, tað sum finski granskarin Nils Stora hevur kallað óskipaða (extensiv) ræning til at skilja frá teirri miðvísu (intensiv) ræningini við uppsettum búrum (»holkar«) ella øðrum smíðaðum fuglabýlum. Tílík óskipað ræning hevur verið av ymsum fuglasløgum, fyrst og fremst vatnog sjófuglum, bæði við vøtn og áir inni í landi og í skergørðum fyri vesturog eysturstrondini. í fyrra føri vóru tað helst entur (Anas) og lómur (Gavia),
í'seinna føri øll sjófuglasløg, ið eiga hjá okkum, sum æða (Somateria), toppont (Mergus serrator), ógvella (Clangula hyemalis) og álka (Alca torda). 1 Svøríki vóru tað helst teir ytru, óbygdu hólmarnir, sum vórðu rændir. Sum Olaus Magnus, seinasti katólski ekibiskupurin í Svøríki, sigur frá í Historia de gentibus septentrionalibus 1555, var øllum hcimilt at ræna fugl her í gamlar dagar. Mangir staðit hava av eggjanøgdini fingið navn, ið byrjar við Ágg-. Ræningin gekk so nær, at ríkisvaldið helt vera neyðugt at banna hana í 1762, men hetta bann linkaði sum frá leið. Ið hvussu er forðaði tað ikki skergarðsfólki heilt fram at okkara døgum at taka egg til egna nýtslu. Nakað hevur verið selt til býirnar, men tað hevur havt minni upp á seg.
##plugins.themes.bootstrap3.article.details##
This work is licensed under a Creative Commons Attribution-NonCommercial-ShareAlike 4.0 International License.