Glacial striae, roches moutonnees and ice movements in the southern part of Streymoy and Eysturoy (Faeroe Islands)

##plugins.themes.bootstrap3.article.main##

##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##

Published Jan 1, 1981
Gunni Jørgensen Jóannes Rasmussen

Abstract

I Fróðskaparriti 25. og 26. bók var sagt frá ísgongdini í Suðuroy og í Sandoynni (Jørgensen & Rasmussen 1977, 1978). Í hesari greinini verður sagt frá ísgongdini í Suðurstreymoy, Nólsoy og sunnasta parti av Eysturoynni, sunnan fyri Lambavík.

Hóast ikki sjálvur jarðfrøðingur so var bretin Robert Chambers longu í 1855 varðugur við ismerkt landslag ymsastaðni í Føroyum, m. a. í Suðurstreymoy nærindis Havnini (Chambers 1856). Seinri, í 1879, gjørdu jarðfrøðingarnir James Geikie og Amund Helland gjølligari kanningar av glersetingini víða hvar í landinum og merktu á kort tær ísskøvur og tað scyðagrót (roches moutonnees) sum teir bóru eyga við. Eins og aðrir seinri, t. d. Grossmann & Lomas (1895), siga teir at ísurin suðuri á Streymoynni og Eysturoynni gckk í landsynning.

Eygleiðingar okkara av isskøvum og seyðagróti cru í greinini settar upp í røð, talmerktar, talið sipar til hjálagt kort, og sundurbýttar í bólkar sum hvør sær cr gjøllari umrøddur í greinini. Hesar eygleiðingar vísa, at ísurin, tá hann lá víðastur, huldi alt økið sum her er røtt um, at høvuðsgongdin var í landsynning, men at frávik vóru. ísskøvurnar og ísbrýningarnar vísa at ísurin gekk út eftir Kollafirði og Kaldbaksfirði, men úti við fjarðarmunnarnar snaraði hann suðurá og helt fram í landsynning saman við ísinum úr Sundalagnum. Hetta sæst skilliga á ísbrýningini inni á fjørðunum og við fjarðarmunnarnar, m. a. vcstan fyri Hvítanes.

Ikki fyrr enn ísurin minkaði i sundinum slapp ísurin úr Kollafirði og Kaldbaksfirði út í Sundalagið og Tangafjørð. Eystantil á Skálafirði gekk ísurin upp um Lambareiði og út av Lambavík, eisini gekk hann upp um hálsin sunnari og út av Rituvík. Vestan fyri Kirkjubøreyn og røðina norður eftir gekk isurin í útsynning. í Nólsoy vísa ísskøvur og seyðagrót norðuri á Stongini, á Eiðinum og upp cftir Høgoyggj, at ísurin er gingin í landsynning eystan. Eftir ísbrýningini at døma cr líkt til at Nólsoyggin øll sum hon er hevur verið huld av ísi.

Abstract 32 | PDF Downloads 30

##plugins.themes.bootstrap3.article.details##

Section
Natural Sciences