Ballad Composition in Faroese Heroic Tradition: The Case of »Hernilds kvæði«
##plugins.themes.bootstrap3.article.main##
##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##
Abstract
Onkuntíð fyri 1854, tá Hanús Hanusson hevði skrivað sína Fugloyarbók, fekk ein maður, helst eisini norður á landi, hugskot til at yrkja eitt nýtt kvæði, »Hernilds kvæði«, eftir einum avbrigdi av tí víða kenda kvæðinum »Hermundi illa«. Hóast tey, sum granska føroysk kvæði hava sjáldan fastari um at halda til tíðarfestingar enn terminus ante quem, sum eitt nú í hesum føri, eru kortini góðar grundir til at ætla, at »Hernilds kvæði« er rættiliga ungt í gøtuni. Tað, at kvæði er til bert í einari uppskrift er, hóast tað í sjálvum sær einki prógv er, kortini ein ábending um styttri heldur enn longri lív á mannamunni. Berið her »Hernilds kvæði« saman við keldu sína »Hermund illa«, sum, av tí at tað er so nær í ætt við norska kvæðið »Hermoð Ille«, verður hildið vera av elstu føroysku kvæðum: hetta kvæðið er til í átta uppskriftum víðan úr landinum. Málið í »Hernilds kvæði« talar fyri, at tað er ungt: 8 % av rímunum eru av orðum, sum eru komin inn í føroyskt mál úr donskum, ætlandi gjøgnum rím í donskum vísum,sum vunnu yndi í Føroyum við donsku vísubókunum. Her kann aftur verða borið saman við uppskriftirnar av »Hermundi
illa«: eingin teirra hevur meira enn 4 % av donskum rímorðum. Av tí at hesi donsku rímini í »Hermundi illa« eru bert í eini av høvuðsuppskriftunum, er líkt til, at tey eru øll afturatkomin í seinni tíð. Tað sindrið, sum er tøkt til at meta um aldur á føroyskum kvæðum, bendir á, at »Hernilds kvæði« man vera yrkt í 18. øld ella í fyrra helmingi av 19. øld. Tað er einki i »Hernilds kvæði«, ið skilur tað frá øðrum føroyskum kvæðum. Yrkjarin, ið helst man vera úr Norðuroyggjum, sýnir skapanargávur.
Samanburður millum hetta kvæði og tað, hann hevði til fyrimynd, sýnir, at hann er heilt ólíkur teimum almúgulistamonnum, sum kvæðagranskararnir Cecil Sharp og Gordon Gerould umrøða sum óavvitandi og tilvildarliga skapandi. Tvørturímóti, tær broytingar, sum hann gjørdi í »Hermundi illa« vóru miðvísar, sprotnar av ynski um at lýsa persónarnar uttan tvískinning og at siga søguna í einfaldari siðaligum ljósi. Hann yrkti ikki nýggja kvæði sítt øríndi fyri ørindi eftir fyrimyndíni. Hesin kvæðayrkjarin ber seg at mestsum ein rithøvundur, ið endurskapar eitt verk úr øðrum tíðarskeiði. Um skaldskapur hjá óskriftførari almúgu er
øðrvísi vorðin enn hjá fólki við gomlum bókmentaarvi, kemst tað ikki sv tí, hvørt høvundur og skald eru meir ella minni »óavvitandi« ella »avvitandi« í skapan síni. Heldur er orsøkin at finna í teimum ólíku umstøðum, sum hesi verk eru skapað og notin í, teimum óliku fagurfrøðiligu reglum, ið valda tilevning teirra og teimum ólíku samfelagsligu bondum, ið liggja á teimum, ið tiggja skulu.
##plugins.themes.bootstrap3.article.details##
This work is licensed under a Creative Commons Attribution-NonCommercial-ShareAlike 4.0 International License.