Land Tenure, Fowling Rights, and Sharing of the Catch in Faroese Fowling
##plugins.themes.bootstrap3.article.main##
##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##
Abstract
Ognarviðurskifti, veiðirættindi og veiðibýti í føroyskum fuglabjørgum.
Rannsóknir í sambandi við fuglaveiðina hava víst, at stórur munur var millum bygdir í ognarviðurskiftum, veiðibýti og tílíkum.
Upprunaliga — t. e. stutt eftir landnámið — vóru ognarviðurskiftini óivað greið, men so hvørt sum óðalsjørðin varð sundurbýtt í smáar lutir, broyttust rættindini til bjørgini, men ikki líka í øllum bygdum.
Havið er frítt, meðan jørð altíð hevur ein ella fleiri eigarar. Men hvør eigur fuglin, sum er á sjónum undir bjørgunum, har hann eigur? Hesin spurningur hevði við sær nútíðar lóggávu um friðing av fuglabjørgum og forboð fyri skjóting.
Fuglurin verður roknaður sum lutir og lunnindir, og sum oftast hoyrdi hann til bøin; í støðum varð veiðin rikin í sambandi við hagapartar (t. d. áður 1 Miðvági). Aðrastaðni hoyrdu bjørgini beinleiðis til hagarnar (Vestmanna). 1 Mykinesi hoyrdu tey einstøku lundalondini hvørt til sín lut innangarðs, tó soleiðis at fleiri lutir innangarðs kundu eiga í sama lundalandi, og ein lutur innangarðs í fleiri lundalondum.
Sumt var frítt fyri ein og hvønn, t. d. urðalundin undir bjørgunum í Hesti, og skarvur í Fugloy. Landpartur varð ikki latin. Harafturímóti skuldi latast landpartur av fugli undan oynni í Mykinesi. Um eitt lundaland ella ein rók fór av omanlopi, so varð javnað, so at eigararnir fingu part í øðrum plássum. Veiðibýtið, sum tað er nú á døgum, hevur til endamáls at tryggja eigarunum ein part av veiðini, meðan tað upprunaliga óivað hevur verið, at veiðimenninir skuldu fáa part.
Í samgongu fekk ein og hvør part eftir ogn. Órættvísi kom skjótt í, og teir smserru eigararnir fýltust á, at teir fingu minni part fyri sama arbeiði. So statt er landpartur tað, sum eftir er, tá ið veiðimenn hava fingið sín part. Parturin hjá veiðimonnunum sjálvum, varð ofta býttur eftir fløktum reglum, eitt dømi er á talvuni á bls. 44. Nú er ofta stórur munur á fonginum, eitt nú eftir sum tað viðrar í veiðitíðini. Menn royndu at tryggja javnan fong á ymsan hátt. Lítla Dímun er gott dømi. Hvalba liggur í triðingum. Lundaveiðin í Lítlu Dímun fór fram soleiðis, at ein triðingur legði fyri, næstu viku tók annar við og so tann triði. Árið eftir byrjaði ein annar triðingur. Til nátaveiði harafturímóti varð oyggin býtt í tríggjar partar, og allir vóru í oynni í senn, hvør triðingur veiddi sín triðing. Árið eftir varð flutt við sólini, og sami triðingur veiddi so statt bert 3. hvørt ár á sama plássi.
Í Dali var samtykt á grannastevnu, hvussu nógvur lundi skuldi fleygast í Skorini tað árið. Hvør kundi so fara at fleyga so nógv, sum ogn hansara tilskilaði honum.
Samantikið kann sigast:
Veiðirætturin hongur beinleiðis uppi í ognarrættinum, ofta avmarkaður av viðtakum, t. d. »forboð fyri eingongu«. So hvørt sum samfelagsmynstrið broyttist, m. a. við tí vaksandi fólkatalinum, bar ikki til at varðveita hesa skipan, og ognarrætturin varð nú tryggjaður við at seta forboð fyri »gang uden forlov«. Saman við hesum loyvi varð ofta ásett, at eigarin skuldi hava ávísan part av fonginum. Sumstaðni varð givið heilt leyst. Ein og hvør hevði frítt at fara, har honum lysti, men hann skuldi lata landpart.
Eisini eru serligar ásetingar, sum skulu tryggja javnbýti av fonginum og verja fuglameingið fyri ránveiði.
##plugins.themes.bootstrap3.article.details##
This work is licensed under a Creative Commons Attribution-NonCommercial-ShareAlike 4.0 International License.