Sniolvs kvæði. The Growth of a Ballad Cycle
##plugins.themes.bootstrap3.article.main##
##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##
Abstract
Kvæðabólkurin, ið er kendur undir navninum Sniolvs kvæði, var enn í vøkstri seinna helming av átjandu øld og nakað inn í ta nítjandu. Líkt er til, at kvæðið í upphavssniði sínum hevði tveir tættir, Sniolvs tátt og Ásmundar tátt; hetta kemur til sjóndar í E- og F-uppskriftunum av kvæðinum í Føroya kvæðum (Corpus carminum færoensium). Hóast tekstur Svabos er elsta uppskriftin, sýnir hann kvæðið á einum seinni stigi í vøkstri sínum: teir báðir upprunaligu tættirnir eru innfeldir i aðra søgu (ið søgd er í Golmars tátti og Gríms tátti) um mann, ið óavvitandi verður syni sínum at bana í bardaga. Næsta stig í vøkstri kvæðisins tykjast kvæða yrkjarar í Sandoy hava framt. Tekstur Jóannesar í Króki frá 1819 eftir ónevndum heimildarmanni hevur tríggjar tættir afturat: Rana tátt, Hildibrands tátt og Virgars tátt, sjey tættir til samans; og tekstur hansara frá 1821 eftir Pætri Lukassyni í Skálavík er vaksin við uppaftur tveimum táttum, ið eru Hildardalsstríð og Risin á Blálandi. Upp í hesar nýggju tættir hava Sandoyingar tikið hetjurnar í Sjúrðarkvæðum, Sjúrð Sigmundarson og Virgar Valintsson. 1 hesum nýggju táttum sæst eisini lyndið, sum varðveitslan í Sandoy hevur til at blanda saman hin illa Ásmund í Sniolvs kvæði og hin góðsliga Ásmund kellingarson í kvæðinum um Torbjørn Bekil. Tað tykist hava verið meiri kvæðayrking í Sandoy í sambandi við Sniolvs kvæði: Gríms ríma (CCF 52), Tíðriks kongs ríma (CCF 97), Frúgvin Olrina (CCF 81) og Heljars kvæði (CCF 63). Einki av hesuni kvæðum er at skilja sum táttur í Sniolvs kvæði, men tcy eru um persónar í kvæðinum, geva annaðhvørt forsøguna at einihvørji sorgarhending i kvæðinum ella eru leyslig endursøgn av hendingum í tí, í tvíreglaðum ørindum (heldur enn í fýrreglaðum).
##plugins.themes.bootstrap3.article.details##

This work is licensed under a Creative Commons Attribution-NonCommercial-ShareAlike 4.0 International License.