Faroese Bird-Name Origins VII

##plugins.themes.bootstrap3.article.main##

##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##

Published Jan 1, 1978
W.B. Lockwood

Abstract

í greinini heldur høvundurin fram fuglanavnarannsóknir sínar við støði í nýggjum viðrakingum. Serstakliga verður víst á, at bæði jaðra- og jarða(r)kona hava upprunafrøðiliga rætt fyri sær, hitt fyrra er upphavligt og merkir 'reyðspógvi' eins og hitt skylda íslendska jaðrakan. Navnið fær ikki verið gæliskt, sum hildið hevur verið, men má vera komið úr Noregi í víkingaøld. Hetta bendir á, at hetta fuglaslagið, ið er at kalla ókent í Noregi í dag, eigur at hava verið vanligt har á landi í fyrndini. Tað
hevur eisini verið til í Føroyum einaferð, sum verður prógvað av orðatiltakinum beinini sum á jaðrakonu, ið er meint við long bein. Kvørkveggja verður víst at vera eitt (alføroyskt) ljóðherminavn, sum onkustaðni er komið í bland við eitt heilt annað orð kvørkviski, ið merkir 'smæðið, hvørvið fólk'. Navnið vípa, sum ofta hevur verið hildið at vera ljóðhermandi, er heldur eitt fornt orð fyri toppinum, sum er so sermerktur fyri henda fugl.

Abstract 45 | PDF Downloads 74

##plugins.themes.bootstrap3.article.details##

Section
Linguistics