Glacial striae, roches moutonnees and ice movements on Sandoy (Faeroe Islands) With an accompanying map

##plugins.themes.bootstrap3.article.main##

##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##

Published Jan 1, 1978
Gunni Jørgensen Jóannes Rasmussen

Abstract

Greinin snýr seg um ísgongdina á Sandoynni, og er hon framhald av grein í 25. bók av Fróðskaparriti um ísgongdina í Suðuroy.
Sandsdalur tvibýtir Sandoynna. Vestan fyri dalin er fjallarøðin Endin — Eiriksfjall — Bøllufjall og eystan fyri dalin fjallarøðin Reynsendi — Tindur — Pætursfjall. ísmarkið í Sandsdali er beint sunnan fyri Heimara Hálsavatn, og vatnsmarkið, sum nú er, er beint norðan fyri Norðara Hálsavatn. Norðan fyri Skarvanes gongur ein dalur eystur móti Skálavík og Húsavík. ísmarkið er her millum Lítlavatn og Takmýrar, vatnsmarkið eitt sindur vestari. Í Sandsdali er ísurin ikin norðureftir og suðureftir frá ísmarkinum.
Vestan fyri Skopun vísir seyðagrótið, at ísurin gekk í útnyrðing, men eystan og sunnan fyri Skopun norðureftir. Heima á Sandi eru eingi merki eftir ísinum fram við váginum, men vestari og á nesinum millum Grótvík og Sandsvág eru bæði ísskøvur og
seyðagrót í hópatali. Uttan um Gróthúsvatn sæst skilliga, at ísurin er gingin suðureftir, men í nesinum millum Sandsvág og Grótvík vísa ísskøvur og seyðagrót, at isurin, sum er ikin suðureftir gjøgnum dalin, her bendir vesturá. Nesið er sera hart ísbrýnt heilt vestur á eggina, har bakkin er steyrrættur og o. u. 40 m høgur. Í dalinum norðan fyri Skarvanes er ísurin gingin vestureftir, út av Søltuvík er hann farin í útnyrðing.

Abstract 39 | PDF Downloads 58

##plugins.themes.bootstrap3.article.details##

Section
Natural Sciences