Glacial striae, roches moutonnees and ice movements on Suðuroy (Faeroe Islands) (with accompanying map)
##plugins.themes.bootstrap3.article.main##
##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##
Abstract
Flestar ritgerðir um glersetingarjarðfrøði Føroya eru frá seinastu øld. Hildið verður at Føroyar vóru eitt glersetingarøki fyri seg, tí ísskøvur og seyðagrót vísa út í allar ættir, og einki ísborið fremmant grót er funnið í oyggjunum. ísskøvur eru ikki sæddar oman fyri 500 m og gitt varð ti, at ísurin hevði ikki rokkið longri upp. Kanningar seinastu árini hava víst, at ísurin í landsynning úr Føroyum hevur ligið um allan landgrunnin.
Greinin snýr seg um kanningar av ísgongdini í Suðuroy. Skøvut hella (ísskøvur) og avbrýndur klettur (seyðagrót) eru merki
eftir ísi, har hann er farin um eitt landslag. ísgongdin í Suðuroy er vorðin kannað við at geva hesum merkjum gætur, og eru tær einstøku eygleiðingarnar av ísskøvum og seyðagróti settar upp í yvirliti. Ættin, sum nevnd er í sambandi við seyðgrót, er tann ættin, ísurin er gingin í. Úrslitið av kanningunum er, at Suðuroyggin í hvussu so er í seinastu ístíð hevur verið egið glersetingarøki, og at meginísmarkið, markið miilum ísin, sum gekk vestureftir og ísin sum gekk eystureftir, hevur ligið nær út
ímóti vesturstrondini. ísmarkið hevur ligið eitt sindur eystan fyrí vatnsmarkið, ið nú er; tað er á kortinum avmerkt sum feit reyð strika og ørvar vísa ísgongdina báðar vegir. Merki eftir aðrari ísgongd — frá einari eldri istíð — eru ikki sædd; tað verður tí hildið at ísurin gjøgnum alla ísøldina er farin um eitt landslag, sum líkt var landslagnum nú er. Sjá annars hjálagda kort yvir ísgongdina í Suðuroy.
##plugins.themes.bootstrap3.article.details##
This work is licensed under a Creative Commons Attribution-NonCommercial-ShareAlike 4.0 International License.