A marine geophysical project. Magnetic measurements
##plugins.themes.bootstrap3.article.main##
##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##
Abstract
Summarið 1976 vórðu gjørdar sigulmagnskanningar uttan um Føroyar (1. mynd). Endamálið við kanningunum, sum halda fram í ár, er at vita hvussu tað sigulmagnaða basaltgrýtið er háttað og hvussu langt út tað røkkur.
Tilfarið er ikki liðugt viðgjørt enn, men á 2. og 3. mynd sæst jarðsiguløkið uttan um Føroyar í høvuðsdráttunum. Næst oyggjunum er økið sera skiftandi, men vanliga er sveipurin størri vestan fyri oyggjarnar enn eystanfyri.
Eystan fyri dýpið millum oyggjarnar og bankarnar báðar, Sandoyar og Nólsoyar banka, er siguløkið javnari, eysturmarkið á føroyska basaltháslættanum kann tí væl vera her. Hetlandsrennan sjálv sýnir bara nøkur hundrað gamma, javnt frávik. Eisini dýpið millum Føroyar og Føroyabanka sýnir eitt spakuliga skiftandi siguløki; hetta miðar ímóti at rættuliga langt er niður á sigulmagnað grótsløg í hesum rennum.
Summarið 1977 verður farið undir mátingar sunnan og vestan fyri Suðuroynna, og ætlanin er eisini seinni at nýta aðrar jarðalisfrøðiligar kanningarhættir, tí sammetingin av royndunum frá ymsum kanningarháttum gevur mest eftirfarandi úrslit.
##plugins.themes.bootstrap3.article.details##
This work is licensed under a Creative Commons Attribution-NonCommercial-ShareAlike 4.0 International License.