»Hví hevur nekarin fepur?« Något om form, uttal och stavning av danska lånord i färöiskan

##plugins.themes.bootstrap3.article.main##

##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##

Published Jan 1, 1977
Bjørn Hagstrøm

Abstract

f greinini verður gjørt vart við ávisar strukturellar munir millum danskt og føroyskt, og víst, hvussu donsk lánorð verða broytt í føroyskum. Einans tvey sløg av orðum verða viðgjørd, t. e. 1) tey við einkultum lokljóði aftan á langt sjálvljóð ella tvíljóð, og 2) tey orð, sum í donskum hava eftirfestið -er. Dømi um bæði sløgini eru í titlinum »Hví hevur nekarin fepur?«, har nekari og fepur á føroyskum svara til neger og feber á donskum.

Í fyrra partinum av greinini verður greitt frá, hví h, d, g eftir langt sjálvljóð í lánorðum verða broytt til p, t, k í føroyskum. Ein eyðkendur bólkur av slíkum orðum er m. a. nekari, jekari, leytari, tikari (da. neger, jæger, lejder, tiger). Onnur dømi um orð sum hava fingið rótføroyskt snið eru fepur, fipur, sleta, keta, kápil, tok (da. feher, fiher, slæde, kæde, kahel, tog). 1 summum orðum verður lokljóðið skrivað sum í donskum, til dømis edikur, pnedika. Forvitnisligt er, at Svabo skrivaði Etikur og preatika.

Eingin munur er í úttaluni millum p, t, k øðrumegin og b, d, g hinumegin, tá ið lokljóðið stendur eftir langt sjálvljóð. Í seinna partinum av greinini verður greitt frá, hvussu eftirfestið -er í donskum lánorðum verður endurgivið í føroyskum. Tað vanliga er, at -er verður skift út og -ur ella -ari sett inn { staðin.

Eftirfestið -ari verður javnan brúkt at mynda nomina agentis, eitt nú keypari og veljari til sagnorðini keypa og velja. Hópurin av slíkum orðum eru yrkisnøvn: bakari, tnúrari, prentarí o. s. fr. Summi upprunalig nomina agentis, til dømis snikkari, skómakari, skraddari, hava ikki nakað tilsvarandi sagnorð í føroyskum. Við slíkum orðum sum fyrimynd verður -er í donskum yrkisnøvnum reglubundið endurgivið -ari í føroyskum, til dømis apotekari, elektrikari. Næsta stig er at -er verður broytt til -ari i øllum
orðum, sum merkja persón. Soleiðis fáa vit nekari, svenskari, gangstari, politikari, fanatikari.

Ólíkt orðunum á -ari eru føroysk orð á -ur við radikalum r ofta abstrakt og merkja eginleika ella stand, til dømis heiður, myrkur, hungur. Valið millum -ari og -ur fyri danskt -er í lánorðum er sostatt treytað av semantiskum umstøðum. Tí má neger — ein persónur — á føroyskum verða nekari, og feber — ein standur — verða flokkað saman við abstraktum orðum við radikalum r og broytt til fepur.

Abstract 28 | PDF Downloads 23

##plugins.themes.bootstrap3.article.details##

Section
Linguistics