Some traces of Gaelic in Faroese
##plugins.themes.bootstrap3.article.main##
##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##
Abstract
Greinin tekur til viðgerðar ávísar gæliskar tættir í føroyskum máli. Fyrst verður víst á, at viðurnevni Gríms Kambans er runnið av forngæliskum ''cambán 'kylva nýtt í leikinum báire, gamal írskur bóltleikur líkur hockey'. Før. dunna er komið av forngæl. ''tunna, t fremst í orðinum broytt til d vegna árin frá onkrum heimaorði, helst fn. dúnn 'dún'. Orð úr kópaveiði-umhvørvi eru síðan tikin fyri. Skotið verður upp á endaligar upprunaskýringar av orðunum grúkur og gassi (frá forngæl. grúac, gass) og sýnt á møguligan skyldskap millum orðafellini feitur sum selur og at sláa kópar og samsvarandi gælisk orðasambond. Somuleiðis dýr sum navn á kópi í »sjómáli«. Síðan verður eisini sýnt á, at orðafelli sum at fara á soppin hava gæliska fyrimynd, og tað sama man vera um orðafellið at fara í gólv við tilbrigdum. At enda er sipað til møguligan gæliskan skyldskap við før. orðafellið sólin fer í kav og við før.-ísl sólarlag. Í vissum førum er trúligari, at árimni eru úr skotsk-gæliskum heldur enn úr írskgæliskum.
##plugins.themes.bootstrap3.article.details##
This work is licensed under a Creative Commons Attribution-NonCommercial-ShareAlike 4.0 International License.