Faroese Bird-Name Origins VI

##plugins.themes.bootstrap3.article.main##

##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##

Published Jan 1, 1976
W.B. Lockwood

Abstract

í greinini verður fyrst tikið til umrøðu navnið fulkubbi og sýnt, at eins og í íslendskum og norskum, er upprunamerkingin niðrandi; fuglurin man hava verið illa umtóktur av sjómonnum. Navnið gorfuglur verður skýrt sum skemtandi eyknevni, tí at fn. geirfugl hevur upprunaliga merkingina 'geirfalkur' (t. e. fn. geirfalki, helst 'veiðifalkur' (Falco gyrfalco L.). Navnið hyplingur verður skilt sum stuttformur av fn. ''hvíthypplingr 'fuglur við hvítum huppi'. Undir navninum mortítlingur verður hildið at búgva hin morreyði í líking við navnið grátítlingur. Stórfuglur er lýst sum fuglamannaorð. Storkur er í' royndum eyknevni við bókstavligu merkingini 'stavur, steyrur' — fuglurin stendur ofta á einum beini. Tað er sama orðið sum tý. Storch, sum eisini kundi merkja 'penis'. Tað at fuglurin og kynslimurin av málsligum hendingi eru vorðnir navnar hevur kanska av fyrstu tíð givið tilstudling til hugmyndina um, at storkurin kemur við børnunum. Nøkur fuglanøvn, sum higartil hava ikki verið á prenti, eru at finna í eykabindinum (1974) til føroysku-donsku orðabókina. Summi av hesum nøvnum eru tikin til umrøðu, lutvíst í samanburði við nøvn, ið áður vóru kend. At enda er sýnt, at upprunin at fuglanøvnum, sum enda við -us, sum eitt nú gneggjus av gneggja, fylgir mynstrinum Magnus, sum eftir almenningsskýring kundi verið runnið av sagnorðinum magna. 

Abstract 37 | PDF Downloads 43

##plugins.themes.bootstrap3.article.details##

Section
Linguistics