How old is the Faroese grannastevna?

##plugins.themes.bootstrap3.article.main##

##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##

Published Jan 1, 1975
John F. West

Abstract

Tað hevur verið vanlig hugsan, at grannastevna er gamal stovnur í Føroyum. Men høvundurin ivast í, at henda hugsan er bein og skjýtur upp, at grannastevnan í sinum vælkenda líki frá seinna helmingi av 19. øld man vera íkomin í tíðarskeiðinum 1836—42. Millum próvgrundirnar er hin fullkomna tøgnin, ið valdar hjá høvundum sum Lucas Debes, Jørgen Landt, Jens Chr. Svabo og J. A. Lunddahl í høpum, har sum væntandi var, at grannastevna varð nevnd. Í skrivaðum heimildarritum er orðið ógvuliga sjáldsamt fyri 1836, og har sum tað kemur fyri, kann verða víst á danska ávirkan á nýtsluna, og fundir, sum sipað verður til, tykjast ikki hava verið grannastevnur í vanliga kendu merkingini. Bygdasamtyktir, sum seinni vóru sjálvsagdar at gera á grannastevnu, vóru fyri 1843 framdar á annan hátt, og nøkur dømi eru nevnd. Fram verða fluttar sannanir fyri, at grannastevnan hevur uppruna sín í skylduni, ið løgd varð á sýslumenn eina ferð um árið at ferðast um sýsluna til at hyggja eftir, at Reskript af 19. August 1757 om Kendings-Soid og Reskript af 11. Maj 1775 angaaende Rosse-Brug paa Færøe vórðu
hildin. Orðið tykist vera innflutt av F. F. Tillisch og C. Pløyen um 1836. Um henda áskoðan fær undirtøku, kemur stovnanin av grannastevnuni á sjálvsagdan stað sum eitt stig í tí neyðuga útflutningi av valdi burtur úr Tórshavn í málum, sum hoyrdu til umsitingina av felags bygdaviðurskiftum; onnur stig vóru lógirnar frá 1854, 1857, 1866 og 1901, og tilelvingin var hin stóri vøksturin á talinum á óðalsmonnum í hvørjari bygd.

Abstract 85 | PDF Downloads 180

##plugins.themes.bootstrap3.article.details##

Section
History