The influence of experimental warming on flowering phenology of Moss Campion, Silene acaulis / Experimentel hiting ávirkar blóming hjá leggstuttari túvublómu (Silene acaulis)
##plugins.themes.bootstrap3.article.main##
##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##
Abstract
Úrtak
Í níggju ár kannaðu vit, á hvønn hátt experimentel hiting ávirkar tey ymisku stigini í blómingini hjá leggstuttari túvublómu, Silene acaulis í Føroyum. Hitin varð experimentelt øktur við smáum sekshyrntum vakstrarhúsum, ið eru gjørd úr polycarbonate. Tey eru opin í erva og tí navnið „Open top Champers“ (OTC). Kanningarnar vórðu gjørdar í fjallaøki í 600 m hædd, har blómustigini hjá leggstuttari túvublómu regluliga vórðu mátað í vakstrartíðini frá mai til juli mánað í tíggju OTC og tíggju kontrollum. Kanningarnar, ið vit skriva um í hesi grein, eru frá 2001 og hvørt ár frá 20072010. Vit skrivaðu upp tíðarskeiðið, tá fyrsti blómuknubbin var sjónligur, tíðarskeiðið tá fyrsta blóman var útsprungin, tá fyrsta og seinasta krúnublað følnaði. Kanningarnar eru ein partur av altjóða samstarvinum „International Tundra Experiment“ ITEX, ið er eitt samstarv millum fleiri støð serliga á norðraru hálvu, har kanningar verða gjørdar. Kanningarnar hava til endamáls at granska árinið av veðurlagsbroytingum á plantuvøkstur. Úrslitini frá hesari kanning vísa greiðar munir millum OTC og kontrollarnar. Sum heild komu øll stigini í blómingini umleið eina viku fyrr í OTC enn í kontrollunum. Longdin á øllum blómingartíðarskeiðinum var ikki ymisk í OTC og kontrollunum. Okkara OTC øktu bara hitan umleið 1°C um summarið og broyttu neyvan vetrarhitan. Hetta og ymisk onnur viðurskifti gera, at úrslitini ikki siga okkum alla søguna um broytingarnar í føroyskum plantuvøkstri, sum fara at koma av globalu upphitingini.
Abstract
Over a period of nine years we studied the influence of experimental warming on the flowering phenology of Moss Campion, Silene acaulis in the Faroes. The temperature was experimentally elevated with hexagonal greenhouses called open top chambers (OTC´s) made by polycarbonate. The experiment was conducted in an alpine area at 600 m a.s.l. where the flowering stage of Silene acaulis was measured regularly during the growing season from May to July in ten OTC´s and ten control plots. In this paper, we present observations from 2001 and every year from 2007 to 2010. We measured four events in the flowering stage: first visible bud (FB), first flowering date (FO), first petal drop (FPD) and last petal drop (LPD). This experiment is a part of „The International Tundra Experiment“ (ITEX) that is a collaborative, multisite experiment using a common temperature manipulation to examine the influence of climate change on vegetation. The results from our experiment showed statistically significant changes between the OTC´s and the control plots for all four events. Typically, the events occurred about one week earlier in the OTC´s. The length of the flowering period from FB to LPD was not significally different in the OTC´s from the control plots. The warming induced by the OTC´s in our experiment was only about 1oC in the summer and less than that in the winter. This and other confounding effects such as sheltering imply that care should be taken when using our results to predict phenological in the Faroes changes induced by global warming.