Skúvanes, Skúvisnøs, Nøsin ella Vesturi í Nøs - Skúvanes, Skúvisnøs, Nøsin or Vesturi í Nøs

##plugins.themes.bootstrap3.article.main##

##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##

Published Dec 31, 2008
Eivind Weyhe

Abstract

Úrtak

Tá ið máliborðsbløðini (Føroyar 1:20 000) komu út á fyrsta sinni umleið 1900, stóð Skúvanes á kortinum sum navn á einum forbergi í Vági. Vágbingar hava tó ongantíð viljað kenst við henda navnaform og siga, at soleiðis hevur staðið ongantíð itið. í greinini viðger høvundurin navnið og setur fram eina navnatolking. Niðurstøðan er at plássið hevur itið Skúvisnøs (kundi eins væl verið skrivað Skúvusnøs). Eftirliðurin nøs er orð fyri ávísan lendisform og lýsir staðið. Forliðurin er fuglaheitið skúgvur (Stercocarius skua) í hvørsfalli eintali, upprunaliga skúvs, men víðkað við stuðulsljóði. Í nærumhvørvinum hevur formurin Vesturi í Nøs tó verið tann vanligari. Ceneralstaburin, sum gjørdi kortini, hevur uppfatað eftirliðin sum nes (da. nces). Teir hava hildið formin skúvis verið grammatiskt óregluligan og tí valt formin Skúva-, t.e. hvørsfall fleirtal, til eftirlið. Tá ið eingilskmenn í 1943 bygdu eina loranstøð á staðnum, fekk hon navnið Skúvanes, og soleiðis gjørdist hesin navnaformur alment kendur.

Abstract

When the Faroese topographical maps (Føroyar 1:20 000) were issued for the first time around 1900, Skúvanes was given as the name of a headland in Vágur. However, the inhabitants of Vágur have never recognised this form and insist the place concerned was never called thus. In the article the author discusses the name and suggests an interpretation. He concludes that the original name was Skúvisnøs (which can as easily be written Skúvusnøs). The second element, nøs 'nose', is a descriptive term for a particular landscape feature. The first element is the bird-name skúgvur (Stercocarius skua) in the genitive singular, originally skúvs, but with the addition of a svarabhakti vowel. Locally, however, the form Vestun' i Nøs has been the more common appellation. The Danish ordnance survey, who made the maps, construed the second element as nes (Danish nces). They deemed skúvis a grammatically irregular form and replaced it with Skúva-, the genitive plural. When in 1943 the British army built a LORAN (long range navigation) station at the spot, it was given the name Skúvanes, and as a result this form became the one generally used.

Abstract 25 | pdf Downloads 32

##plugins.themes.bootstrap3.article.details##

Section
Humanities