Biological Data of Brama rayi (Bloch 1791) in North Atlantic Waters
##plugins.themes.bootstrap3.article.main##
##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##
Abstract
Lívfrøðiligir upplýsingar um bramafiskin. (Brama rayi (Bloch 1971) í Norðuratlantshavi.
Bramafiskurin er í bókmentum umrøddur sum ein tilvildarligur gestur úr Miðnorðuratlantshavinum, um okkara leiðir. Í bókini hjá Joensen og Taning (1970) er ein listi við teimum fundum, sum gjørdir eru í Føroyum. Mead og Haedrich (1965) hava gjørt ein fullfíggjaðan lista fyri ak Norðuratlantsøkið. Burtur úr hesum sæst, at landingar upp til 8 cwt. hava verið t. d. í Bretsku oyggjunum, og eisini er hann landaður í størri tali á SuSurlandinum í Islandi. Men ógvuliga lítiS verSur sagt um hann, okkurt longdarmát, annars einki, í hesum stóru fundum.
Á royndarveiðu eftir makreli vestan fyri Bretsku oyggjarnar í juli 1972 fekk »Jens Chr. Svabo« í gørnini eitt rættiliga stórt tal av bramafiskum. Teir stóðu í gørnunum, og kjaftbeinið helt eftir í meskunum. Vegna góð veðurlíkindi eydnaSist tað at fáa 37 fiskar á dekkið. Í 1969 var onkur snellubátur eisini komin í bramafisk á landgrunninum, og frá hesum vóru tveir fiskar landaðir. Av tí at so fáar upplýsingar vóru um henda fisk í Norðuratlantshavi, hildu høvundarnir, at vert var at gera eitt sindur meira burturúr, og var tí henda kanning gjørd.
Bramafiskur er annars ikki óvanligur út fyri sponsku strondini. Spaniólar fiska rættiliga stórar nøgdir við línu. Hetta fiskaslag er 2 % av heildarveiðu Spaniu. Úrslitini síggjast av myndum og talvum. Kannaður vøkstur í longd og vekt, kyn og búningarstig, aldur og magainnihald. Roknað varð út ein longdar- vekt- farstrika eftir líkningini w = q • lh . q varð funnin at vera .163511 og b = 2.354629. Búningarfaktorur varð roknaður út sum eitt lutfall milium vektina av sili og rogni í mun til heildarvekt fyri hvønn
fiskin. Roynt varð at finna aldurin á fiskunum eftir roSsluni, men eingi vakstrarlop vóru at síggja. 1 nytrunum vóru ringar, og vóru teir taldir.
Um hetta samsvarar við aldur í árum er óvist. í maganum vóru í sýnislutinum vestan fyri bretsku oyggjarnar funnir fiskar í ymiskum tali. Nærri kanningar sýndu at hetta var svartkjaftur (Micromesistius poutassou). Samanberingar við vakstrarfarstriku fyri hetta fiskaslag sýndi, at hetta var ungur óbúgvin svartkjaftur, gýttur sama árið. Eisini magarnir í svartkjaftinum vóru kannaðir. 1 teimum funnu vit vatnloppuna Calanus finmarchicus og eina marflugu, sum livir uppi í sjónum, Parathemisto sp. í teimum báðum bramafiskunum, sum fingnir vóru undir Føroyum, funnu vit høgguslokk og leivdir av fiski. Leggjast kann aftrat, at bramafiskurin sýndist góður matfiskur.
##plugins.themes.bootstrap3.article.details##
This work is licensed under a Creative Commons Attribution-NonCommercial-ShareAlike 4.0 International License.