Faroese Bird-Name Origins (I)
##plugins.themes.bootstrap3.article.main##
##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##
Abstract
Fyrst verður havtyrðil »drunnhvíti« samanborið við íslendskt haftyrðill »fulkobbi«, og sýnt verður, at líkt er til, at føroyska merkingin er ikki upprunalig. Síðan verður drigið fram, at bókstavliga merkingin av bárufjatla »gjøðr« og bárufjarta o. s. fr. »fulkobbi, drunnhvíti«, t. e. ávikavist »aldu-hoppari« og »aldu-gangari«, bendir á, at hesi nøvn upprunaliga hava bert verið nýtt um drunnhvítan. Møguligur ljóðhermingar uppruni hjá teisti, bókstavliga »bríkslari« verða kjakað, og sýnt verður hvussu tað ber til, at navnið er vorðið hetta. At enda verður sýnt, at vanliga greiðingin av spógvi sum »kvikur fuglur« er av leið, tað, sum
fæst burtur úr samanberandi navnagávu, hjálpir at veita vissu fyri, at navnið er komið av ljóðherming.
##plugins.themes.bootstrap3.article.details##
This work is licensed under a Creative Commons Attribution-NonCommercial-ShareAlike 4.0 International License.