Gaelic taom — a Norse loan?

##plugins.themes.bootstrap3.article.main##

##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##

Published Jan 1, 1970
Magne Oftedal

Abstract

Gælisku málini írskt og skotskt gæliskt hava ein orðstovn taom-, sum bendingar- og avleiðsluformar hjá sagn- og navnorðum kunnu verða gjørdir av. Stovnurin hevur fleiri merkingar: 'oysa (bát; vatn úr báti); pumpa; tøma; hella, stoyta, skeinkja; goysa, spræna, sprænur; bíta, glepsa; biti, sindur, petti; herðindi, ríð; synd, syndig gerð'. Av tí at hann í ljóði og merking er so líkur norrønum tøma, er tað freistandi at telja hitt gæliska taom- lán úr norrønum. Henda skyldskapargreining hevur áður verið burturvíst, bæði av høvundinum og øðrum. 1 hesi grein roynir høvundurin at sýna, at gæliskt taom- er ikki bert ein orðstovnur, men heldur ljóðligt samanfall av minst trimum ólíkum orðstovnum: 1) Irskt taom, ið samsvarar við skotskt gæliskt teum í merkingunum 'bíta, glepsa, biti, sindur, petti', er ein samkeltiskur orðstovnur við samlíkum í brittonsku málunum walisiskum, korniskum og bretonskum (tam(m), tamaid). 2) Taom (írskt og skotskt gæliskt) í merkingunum 'oysa, pumpa, tøma, hella, skeinkja' er lán úr norrønum tøma. 3) Taom (írskt og skotskt gæliskt) í merkingunum 'goysa, spræna, sprænur, herðindi, ríð, syndig gerð, synd' er fyri-norrønur orðstovnur av óvissum uppruna.

Abstract 35 | PDF Downloads 46

##plugins.themes.bootstrap3.article.details##

Section
Linguistics