The English Letters of Pastor Schrøter
##plugins.themes.bootstrap3.article.main##
##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##
Abstract
Greinin endurgevur í stuttum sumt av inníhaldinum í brasvasavni, skrivaðum av Johan Hendrik Schrøter presti (1771—1851), til enska baronetin, Sir Walter Calverley Trevelyan, og nú í varðveitslu á British Museum í London. Høvundurin sýnir á, at hóast Schrøter, tá hann nemur við føroysk siðsøgulig evni, her eins og aðrastaðni er nóg so sprækin í sinum hugflogi, lýsir hann kortini við brøvum sínum í mongum øðrum førum líkindini í Føroyum í tíðarskeiðinum 1831 —1851.
Millum tey evni, sum nomið er við í brøvunum, eru viðurskiftini í Føroyum í stríðsárunum 1848—1850; velting upp úr nýggjum í Føroyum, eina mest um Havnar-leiðina; ein long røð av landbúnaðarroyndum; og gróðurin í føroyskum útróðri. Ókunnufólk, ið vitjaðu Føroyar í hesum árum, verða øll umrødd, og høvundurin ætlar, at ensku brøv Schrøters fara at fáa undan kavi mangt nýtt, virðismikið tilfar viðvíkjandi føroyskari søgu fyri hetta tíðarskeiðið.
##plugins.themes.bootstrap3.article.details##
This work is licensed under a Creative Commons Attribution-NonCommercial-ShareAlike 4.0 International License.