On Some Cases of Interaction between the Germanic Non-Finite and Finite Verbal Forms
##plugins.themes.bootstrap3.article.main##
##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##
Abstract
Nøkur dømi um sínámillumávirkan millum ikki-avmarkaðar og avmarkaðar sagnorðaformar í germonskum.
Greinin er uppíløga í kjakið um tey dømi um sínámillumávirkan millum hinar germonsku ikki-avmarkaðu (infinittu) og avmarkaðu (finittu) sagnorðaformarnar í frísiskum og lágtýskum, sum koma til sjóndar í hinum umlagaðu formunum av navnhátti I av preteritopresentiskum sagnorðum.
Hesir formar av navnhátti I stava frá avmarkaðum formum (3. persóni fleirtali nútíð í ynskihátti). Eisini verða kjakaðir formarnir av luttøkuhátti I og II í týskum bygdarmálum, africaans, skotskum og enskum, sum hava sítt líki av broytingunum í 3. persóni fleirtali nútíð í søguhátti.
Hinumegin eru viðgjørd dømini um ávirkan frá navnháttarformunum á bendingarformarnar av 3. persóni fleirtali nútíð í søguhátti í germonskum málum.
Allar hesar sannroyndir gera, at til ber at tosa um sínámillumávirkan millum ikki-avmarkaðar og avmarkaðar sagnorðaformar í germonskum málum.
##plugins.themes.bootstrap3.article.details##

This work is licensed under a Creative Commons Attribution-NonCommercial-ShareAlike 4.0 International License.