Jakob Jakobsen og ritgerðir hansara Jakob Jakobsen, 1864-1918
##plugins.themes.bootstrap3.article.main##
##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##
Abstract
Jakob Jakobsen (sum hann varð skrivaður) varð føddur 22. februar 1864 í Havn, har faðir hansara, Hans Nicolai Jacobsen, var bókbindari og bókahandlari. Faðir H. N. Jacobsens var sunnbingur, móðirin úr Utistovu í Hattarvík. Móðir Jákups, doktara, var úr Trøðum á Sandi. Jákup fór 1877, 13 ára gamal, til Herlufshólms, har hann í 1883 tók studentsprógv. Sama ár var hann fyri fyrstu ferð hesi 6 árini heima í summarfrítíðini. Um heystið flutti hann inn á Garð. Ætlan hansara var í fyrstu syftu at lesa franskt. Tað bar so á, at hann kom at búgva saman við íslendinginum Boga Th. Melsteð, sum stuðlaði honum til at lesa norrøn mál í staðin. Smátt og smátt broyttust ætlanir Jákups tann vegin. Bogi Melsteð lærdi hann íslendskt ....
##plugins.themes.bootstrap3.article.details##

This work is licensed under a Creative Commons Attribution-NonCommercial-ShareAlike 4.0 International License.