Norn in Shetland

##plugins.themes.bootstrap3.article.main##

##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##

Published Jan 1, 1964
John Stewart

Abstract

Hetlandsbyggingin verður sett til neolitisku tíðina, 1500 ár ella meir fyri føðing Krists. Norðmanna»búsetingin var ein umbroyting av undanfarnum fólkasflytingum og so djúptøkin, at landið heilt varð nýbygt. Skotsk ávirkan kom afturumaftur aftan á 1379, tá Hetland varð handað hinum skotsku Orknoyggja-jøllunum, og serstakliga aftan á 1472, tá biskupsdømið fyri Orknoyggjarnar varð flutt úr Tróndheimi til St. Andrews í Skotlandi. Skyldfólk hjá jøllunum og prestunum komu fyrst við lágskotska tungumálinum. Nakað um somu tíð er ein týðandi broyting av persónnøvnunum, í fyrstuni eftir norskum lag og síðani móti skotskum nøvnum. Hetta er sýnt í nakran mun. Síðani verður sagt frá samtíðar frágreiðingum av málbroytingunum frá 1680 til 1839, viðmerkingarnar hjá Christian Ployen, amtmanni, frá hesum síðsta ári eru uppií. Ein hámeting av Jakob Jakobsen verður givin úr sjónarmiðinum hjá einum hetlendingi. At kalla øll staðanøvnini, sum Jakob Jakobsen skrivaði upp fyri 70 árum síðani, verða enn vanliga nýtt. Nógv orð úr talaðum máli eru horvin, men nógv onnur av norrønum uppruna, sum ikki eru skrásett, hoyrast stundum.

Abstract 84 | PDF Downloads 259

##plugins.themes.bootstrap3.article.details##

Section
Linguistics