Shetland speech today

##plugins.themes.bootstrap3.article.main##

##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##

Published Jan 1, 1964
David D. Murison

Abstract

Hitt norrøna haldið á landsynningspartinum av Skotlandi var farið at vikna í 13. øld, og skotar høvdu sett búgv í Hetlandi og Orknoyggjunum eini tvey ættarlið, áðrenn hesir oyggjaflokkar 1469 vórðu latnir skotsku krúnuni í veður fyri heimanfylgju. Norrønar lógir og norrøn lógarumsiting vóru framvegis í gildi, men hinir skotsku jarlarnir fingu ræði á fíggjar- og skattaviðurskiftunum. Jarlarnir settu á stovn sínar lensrættir, har málið var skotskt fyrst og fremst aftan á byrjanina
av 17. øld. Orðatilfarið, ið hoyrdi til landbúnað, vegan og mát, matvørur og heimabúnyttur, helt í stóran mun á at vera norrønt, og tað eru staðanøvnini enn í dag. I sunnara partinum og miðjuni av Hetlandi man meginparturin av fólkinum hava verið tvímæltur um ár 1600, sersstakliga av kirkjuávum, men hinar fruktarringaru norðaru oyggjarnar varðveittu norskt til fyrst í 18. øld, og Jakob Jakobsen fekk savnað inn nógv brot av skjøldrum og gátum har fyri bert tveimum ættarliðum síðani. Ein annar táttur av Hetlandsmálinum, sum eigur at verða kannaður gjøllari, er ávirkanin úr hálendskum og lágtýskum frá Hansa handlinum og sildafiskiskapinum í 17. øld. Fyrstu frágreiðingarnar um hitt talaða málið í Hetlandi eru frá o. u. 1820. Um tað mundið eru mál= og ljóðlæra reint skotskar, men orðatilfarið er í mongum førum norskt enn. I tjóðminnum er væl eftir í vælsignandi tiltøkum og í illbønum, í orðum sum bert máttu verða søgd á sjógv, í miklari nýtslu av persónsfornøvnum í sambandi við lívleysar lutir, í etiskum hvørjumfalli og øðrum óregluligum ella ikki mállæruligum máliskum. Bragdið hjá Jakob ]akobsen var, at hann so út í æsir fekk savnað eitt mál, har søgulígír viðburðir og árin úr tjóðminnum eru blandað saman í merkisverdan mun.

Abstract 55 | PDF Downloads 50

##plugins.themes.bootstrap3.article.details##

Section
Linguistics