Færeyinga saga, chapter forty
##plugins.themes.bootstrap3.article.main##
##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##
Abstract
Greinin hevur nakrar viðmerkingar til frágreiðingina í 40. kapitli í Føroyinga Segu um, á hvønn hátt Tróndur í Gøtu varð varur við, hvussu Sigmundur Brestissonur og menn hansara lótu Iív. Líkt er til, at hildið hevur verið, at hinir deyðu menninir hava verið drignir av hinum stóru eldunum og av Tróndar sálarstreinging (hvussu hon annars hevur verið fatað), meðan girðingin úr grindum, sum hann setti upp og kringsetti við níggju sammiðjaðum rútum (reitum, ristum í gólvið), vóru fyribyrgjandi myndaratgerðir.
Tann møguleikin, at nýtslan av grindum og rútum er ein »duld« ætlan, eigur eisini at verða havdur í huga, men eisini um so er, hevur pettið sín týdning fyri tjóðminnafrøðingin.
##plugins.themes.bootstrap3.article.details##

This work is licensed under a Creative Commons Attribution-NonCommercial-ShareAlike 4.0 International License.