Dialect Research in Orkney and Shetland after Jakobsen
##plugins.themes.bootstrap3.article.main##
##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##
Abstract
The Linguistic Survey of Scotland (Málfrøðistovnur Skotlands), ein kanningardeild av Edinborgar lærda háskúla, starvast m. a. við rannssakan av bygdarmálum Orknoya og Hetlands. Kanningarnar verða gjørdar bæði viðvíkjandi orðatilfari og ljóðskipan. Henda grein er um partar av báðum. Umráðandi var hjá Jakob Jakobsen at savna inn so nógv, hann var mentur, av hinum norrøna orðatilfarinum, og arbeiði hansara kann verða rópt fullgjørt. Málfrøðistovnur Skotlands roynir nú at fáast við Orknoya= og Hetlandsmálið sum heild, og sum tað er vorðið í dag við øllum árinum úr skotskum, enskum o. s. fr. Eitt serstakt drag (sum Jakob Jakobsen eisini gjørdi vart við) er nútíðar nýtslan av norrønum orðum í orðatilfarinum.
Í ljóðlæruni verður ljóðskipanarlagið nýtt av stovninum, og máløkini kunnu verða skrásett eftir talinum á sjálvljóðum (í eini ávísari ljóðfestingarstøðu). Vanliga finna vit 12=sjálvljóðalag, men valdøki greina seg í summum landspørtum frá hesum. Yvirlitstalvurnar eru ætlaðar at sýna hetta, og tær eru ætlaðar at sýna hini skiftandi Ijóðligu sambondini, sum kunnu verða nýtt.
Á henda hátt verða sjálvljóð framman fyri t og 1 sýnd. Hin síðsta talvan leggur fram munin á nýtslubýtingini av summun sjálvljóðum í ymsum orðum bæði í Orknoyggjunum og í Hetlandi.
##plugins.themes.bootstrap3.article.details##

This work is licensed under a Creative Commons Attribution-NonCommercial-ShareAlike 4.0 International License.