L'etymologie scandinave du normand flie
##plugins.themes.bootstrap3.article.main##
##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##
Abstract
Av teim kanska um 200 orðum sum tann franska dialektin í Normandínum hevur fingið úr norðurlendskum í víkingatíðini, er eitt flie 'skál, fliða, flís'. Hetta orðið verður vanliga sagt at vera komið úr donskum fli 'frukt av eikitræ', men hetta orðið er ikki til. Tað má vera skylt við føroyskt fliða og við samsvarandi orð í øðrum norðurlendsks um málum. Føroyskt fliða kann vera komið úr fornnorðurlendskum "fliða ella *fleða (ella "fliga ella *flega, sum kortini kann síggjast burtur frá). Normanniskt vísir at fornnorðurlendskt hevur havt 'fliða við -í-; og ein samanbering millum tað normanniska og tey norðurlendsku orðini vísir, at tey trý b.úkini av tí normanniska orðinum eftir tiðarfylgju heldur mugu skipast soleiðis: 'flís, fliða, skál'; av teimum hava 'flís' og 'flíða' og kanska eisini 'skál' helst longu verið í norðurlendskum í víkingatíðini. Á henda hátt lýsa tað normanniska og tey norðurlendsku orðini, harímillum tað føroyska, hvart annað.
##plugins.themes.bootstrap3.article.details##

This work is licensed under a Creative Commons Attribution-NonCommercial-ShareAlike 4.0 International License.