The Personal Impact of Jakobsen in Shetland and Orkney

##plugins.themes.bootstrap3.article.main##

##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##

Published Jan 1, 1964
T.M.Y. Manson

Abstract

Sjálvur havi eg ongantíð hitt dr. Jakobsen, men faðir mín, Thomas Manson, og farbróðir mín, James Manson, prentaðu tveir teir fyrstu fyrilestrarnar, sum dr. Jakobsen helt í Lerwick fyri 1897 um mál og staðarnøvn í Hetlandi, fyrstu úrslit av rannsóknum hansara her í oyggjunum 1893-1895.

Enn minnast fólk her í Hetlandi dr. Jakobsen, ið var sera væl dámdur av øllum. Gamalur blindur frásøgumaður lýsti hann fyri mær við orðunum: Hann var ein aðalborin sál. Umframt vísindaligu úrslit hansara eigur ikki at verða gloymt, at tað
var hann, ið kveikti áhugan fyri hetlendskum máli, og at honum er eisini fyri at takka hin vaxandi áhugin í Hetlandi fyri norðurlendskum málum.

Abstract 59 | PDF Downloads 59

##plugins.themes.bootstrap3.article.details##

Section
Humanities