Tvinnir eru kostirnir. Um purismu í Føroya kvæði Regarding purism in Føroya kvæði
##plugins.themes.bootstrap3.article.main##
##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##
Abstract
Úrtak
Í grein síni frá 1978, „Grammatical instability in Faroese Ballads and written Faroese“, letur høvundurin Michael Barnes spurningin um ritstjórnan av kvæðahandritum í prentaðu útgávuni av Føroya kvæði standa opnan til víðari kanning, har hann sóknast eftir meginreglum í hesum sambandi. Um hetta mundið var VII. bind av Føroya kvæði við m.a. frágreiðingum um hetta, ikki útkomið, og tískil er høvi at kanna spurningin nærri betri nú enn áður. Kanningin hevur støði í trimum tilvildarliga valdum
kvæðum, Gongurólvs kvæði (CCF 29 A), Ólavi Riddararós (CCF 154 A) og Skrímslinum (CCF 90 B). Hesi trý kvæði bóru øll á brá at vera broytt í flutninginum frá handriti til prent. Gongurólvs kvæði var munandi meir broytt enn hini bæði. Broytingarnar fevna ikki einans um ljóð, stavseting og morfologi, men eisini eru syntaktiskar og semantiskar broytingar gjørdar í mun til uppruna handritini. Hesar tykjast vera heldur til vildarligar, eisini eftir at upplýsandi VII. bind varpaði ljós á einstakar av teimum spurningum, Barnes upprunaliga setti.
Abstract
The vast majority of the Faroese ballads is collected in the six-volume Corpus Carminum Færoensium, which many nowadays consider the standard edition of Faroese ballads. However, Michael Barnes’ article from 1978 concerning grammatical instability notes that a number of emendations have been made in the printed edition, sometimes acknowledged, sometimes not. In any transcription from a manuscript emendations are to be expected, e.g. modernisation of the spelling when transcribed from older forms of the language, but in the case of Corpus Carminum Færoensium there are also a number of syntactic and semantic emendations. This article explores the question of arbitrary emendations of Føroya kvæði by comparing the manuscripts of Gongurólvs kvæði (CCF 29A) Ólavur Riddararós (CCF 154A), and Skrímslið (CCF 90B) to their respective printed versions in the corpus.
##plugins.themes.bootstrap3.article.details##
This work is licensed under a Creative Commons Attribution-NonCommercial-ShareAlike 4.0 International License.