Føroyskt-danskt málsamband. Athall, tillaging, eingangstillaging og málbygging Convergense, accomodation and language building in Faroese
##plugins.themes.bootstrap3.article.main##
##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##
Abstract
Úrtak
Sambandið ímillum føroyskt og danskt, sum verið hevur í fleiri hundrað ár, hevur ført við sær, at føroyingar eru tvímæltir. Eitt úrslit av tvímælinum er fleiri lániorð, eitt annað, og tað hongur saman við politiskari tjóðarbygging, er málrøktin, meðan aftur eitt er, at tað antin kann vera tað valda málið (føroyskt) ella tað virkna málið (danskt), sum seta ta syntaktisku rammuna. Mál -
brúkarar kunnu royna at taka uppaftur, stundum uttan at tað rættiliga eydnast, (replikatión, replikera) ymiskar t.d. setningsgerðir í tí virkna málinum, og verður úrslitið, at nakrir nýggir strukturar koma inn í føroyskt, strukturar, sum ikki eru at meta sum nøkur málspilla, men sum málbygging, tí talan er um diskursbundin frábrigdir, sum eru íkomin av samskiftistørvinum. Stutt verður eisini mett, um málrøktin hevur nakran týdning í dag, og er tann partvísa niðurstøðan, at tað hevur hon ikki reint málsliga, uttan har hon er partur tjóðarbyggingini.
Abstract
In this short paper we discuss especially language-contact induced changes in Faroese, shown with some examples form the verbs. We will compare the real language situation with purisms as an ideology; we express the opinion that purism will not have any large influence on Faroese sentence processing as it is for example incapable of accepting the actual language
situation where the active language (Danish) interferes with the selected (Faroese) setting, from time to time, the language frame. We will refer to Faroese as the selected language = SL (tað valda málið) in this article, and Danish as the active language = AL (tað virkna málið), active in the sense that it does everything the SL does, except having access to the articulators. The
Faroese-Danish structures we see emerging are not corrupted, but instead a case of language building.
##plugins.themes.bootstrap3.article.details##
This work is licensed under a Creative Commons Attribution-NonCommercial-ShareAlike 4.0 International License.