Validation of ECMWF analysis wave data for the area around the Faroe Islands Samanbering av alduforsøgnum frá ECMWF við aldumátingar gjørdar á føroyaleiðini
##plugins.themes.bootstrap3.article.main##
##plugins.themes.bootstrap3.article.sidebar##
Abstract
Úrtak
Úrslit frá virkandi aldumyndlinum, ið liggur hjá ECMWF, verða her borin saman við aldumátingar, sum eru gjørdar á føroyaleiðini. Fýra tíðarskeið, hvørt ein mánað til longdar, verða nýtt til henda samanburð. Hesi ávísu tíðarskeiðini eru vald, tí tey hava hægstu mátaðu alduhæddir við Føroyar í tíðarskeiðinum 1999-2004.
Myndilin gevur góð úrslit samanborið við mátaðu alduvirðini, men alduhæddin er nakað undirmett, tá ið harðast leikar á. Í miðal er myndlaða alduhæddin eitt sindur betur endurgivin í summartíðarskeiðunum enn í vetrartíðarskeiðunum. Alduskeiðið er í miðal yvirmett, tí myndilin undirmetir alduorkuna hjá teimum hægru tíddunum nakað. Myndlaðu aldurøðirnar líkjast nógv teimum mátaðu, tó so, at skjótar broytingar í teimum lægru tíddunum ikki altíð eru endurgivnar í myndlaðu aldurøðunum.
Samanumtikið er virkandi myndilin hjá ECMWF førur fyri at endurgeva mátaðu alduna nóg væl, til at hesin myndin hóskar til at reka ein háloystan staðbundnan aldumyndil fyri Føroyar.
Abstract
Results from the limited area wave model running operationally at ECMWF are compared against buoy measurements around the Faroe Islands. The hindcast spans four periods, each of one-month duration, which cover the roughest sea states recorded on the Faroese shelf in the period 1999-2004.
The model results are generally close to the measured values in most inspected parameters, but there is some under-estimation of the peak wave height in the individual storms. A seasonal variation in the model performance is observed with larger negative bias in the predicted wave height in the winter months. Aconsistent positive bias is observed in the predicted mean wave period in all events and at all locations, indicating a slight underestimation of the high-frequency content of the modelled wave-spectra. Otherwise, the modelled spectra correspond well to the observed spectra, but are found to be slightly smoother in the low frequency range.
Overall, the model is found to give good comparison with measured data, and is therefore a good candidate for providing forcing to a high resolution local wave model.
##plugins.themes.bootstrap3.article.details##
This work is licensed under a Creative Commons Attribution-NonCommercial-NoDerivatives 4.0 International License.